Lægri skattur og hægri barnafrádráttur

Í Vága kommunu hava tey samtykt fíggjarætlanina fyri 2026, og í tíðindaskrivi sigur kommunan soleiðis:

 

Tað er málið hjá býráðnum, at Vága kommuna skal vera ein framfúsin og fevnandi kommuna

Hóast hetta krevur skynsemi og raðfestingar, so er ætlanin greið:

 

- Vága kommuna skal eisini komandi ár vera ein kommuna, har tað bæði loysir seg og kennist gott at liva og virka. Við hesi kósini er fíggjarætlanin bæði framfúsin og fevnandi, hon styrkir vælferð, undirstøðukervi, menning og tað dagliga lívið í kommununi.

Fíggjarætlanin fyri 2026, sum varð endaliga samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldi, leggur upp til eina hóvliga lækking í skattabyrðuni hjá borgarunum, samstundis sum familjur fáa eitt sindur meira at liva fyri í gerandisdegnum. Skattaprosentið verður lækkað úr 21,25 prosentum niður í 20,95 prosent, og barnafrádrátturin verður hækkaður úr 6.500 krónur í 2025 til 7.500 krónur í 2026.

 

Fíggjarstøðan hjá kommununi vísir eina greiða og haldføra kós.

 

- Kommunan væntar mettar inntøkur á 133 mió. krónur í 2026, ein vøkstur samanborið við 127 mió. krónur árið fyri. Rakstrarútreiðslurnar liggja framvegis á 111 mió. krónur, eins og í 2025, og tryggja sostatt eitt støðugt rakstrargrundarlag. Íløgujáttanin hækkar aftur og fer upp á 27,73 mió. krónur í mun til 21,65 mió. krónur árið fyri – ein týðandi øking, sum ger tað møguligt at seta ferð á verkætlanir, ið hava bíðað.

 

Nettoskuldin hjá kommununi hækkar eisini nakað, úr 55,58 mió. krónum í 2025 til 60,86 mió. krónur í 2026, sum er í tráð við øktu íløgurnar og tær langskygdu ætlanirnar.

Hóast vøkstur í inntøkunum, verður hildið fast um varðsemi í rakstrinum fyri at tryggja haldførið. Sambært útrokningarháttinum hjá Fíggjarmálaráðnum liggur skuldarlutfallið á 0,41 av skuldarloftinum. Hetta vísir, at fíggjarstøðan er trygg – eisini tá kommunan raðfestir íløgur sum menna vælferð, undirstøðukervi og framtíðar karmar.

 

Á vælferðarøkinum verður sett inn við 1,35 mió. krónum til almannamál og heilsuøkið. Harav fara 150.000 krónur til fyrireikingar av útbygging av heilsumiðstøðini, og 1,2 mió. krónur verða brúktar til dagføringar av parkeringsviðurskiftinum við Heiminum á Sýnini. Hetta er kjarnuvelferð, sum verður merkt – bæði av teimum, sum arbeiða á økinum og teimum, sum dagliga líta á hesar tænasturnar.

 

- Á skúlanum verða fleiri stig tikin til at betra um umhvørvið og dagligu karmarnar. Har verða settar 1,85 mió. av til skúlaøkið. Útiøkið fær eitt veruligt lyft, har 1,5 mió. er sett av, og vit gera neyðugar bygningstekniskar kanningar, dagføra skúlabókasavnið og arbeiða víðari við projektering av Pallinum. Hesi smáu, men týðandi stigini skapa tað dagliga rúmið, har børn røra seg og mennast – hesi stigini eru ein týdningarmikil liður í menningini av okkara skúlaumhvørvi.

 

Víst verður á, at á mentanar- og frítíðarøkinum verða eisini íløgur gjørdar í 2026.

 

- Seinastu árini er játtanin til mentan- og frítíð støðugt hækkað og fleiri íløgur eru gjørdar, og í 2026 verða millum annað 250.000 kónur settar av til dagføringar av hølunum í Listastovuni og 350.000 krónur til projektering av eini marghøll inni á Giljanesi, umframt aðrar smærri íløgur. Samlað sæð veksur játtanin til mentan- og frítíð við 19,91 prosentum, umframt tær íløgurnar sum verða gjørdar í 2026. Hetta tryggjar, at vit eisini komandi ár hava karmar til mentan, virkni og felagsskap.

 

Í Vága kommunu siga tey, at ein av spennandi verkætlanunum í 2026 er arbeiðið við Haraldstovuhandlinum, sum verður mentur víðari sum íverksetarahús.

 

- Til hetta seta vit 500.000 krónur av til dagføringar av miðhæddini. Hetta verður eitt stað, har nýggj hugskot, nýggjar fyritøkur og fólk við vilja, dirvi og skapanarhuga kunnu fáa góðar karmar at taka tey fyrstu stigini. Hetta er ein beinleiðis íløga í framtíðar vinnulív og eitt skapandi umhvørvi í kommununi.

 

Stórar íløgur verða eisini gjørdar í byggibúning og grundøkir í 2026. Vit seta av 6,5 mió. krónur til útstykkingar. Harumframt eina mió. krónur til lendisgøtur, eina mió. krónur til nýggjar íbindingar – millum Ápramsveg, Tvørgarðsveg og Nýggja veg, og 200.000 krónur til vinnuøki. Hetta er beinleiðis arbeiði fyri at tryggja, at kommunan kann vaksa, fevna og hýsa nýggjum borgarum, arbeiðsplássum og einum fjølbroyttum lokalsamfelag, sum hevur pláss fyri øllum.

 

- Vit halda eisini fram at skapa hugnalig, livandi og vælvirkandi miðstaðarøkir. Í 2026 verða 1,1 mió. krónur settar av til miðstaðarøkið, har fríøki og felagsskapsøki fara at fáa eitt lyft. Hesi átøk gera gongugøtur, almenn øki og miðstaðarøki ljósari, grønnari og tryggari – og tey skapa løtur, har fólk kunnu møtast og kenna seg sum part av einum felagsskapi. 

 

Skal Vága kommuna megna at lyfta vælferð og felagsskap, mugu tey grundleggjandi undirstøðukervini eisini fylgja við.

 

- Tí verða umhvørvisátøk og undirstøðukervið lyft saman í eini heild, tí bæði náttúra og undirstøðukervi eru grundleggjandi fortreytir fyri einum haldførum og tryggum samfelagi. Og her stendur spillvatnið sum ein av stóru, grundleggjandi íløgunum í 2026.

 

Vága kommuna er longu millum tær kommunur sum eru komnar longst á spillvatnsøkinum – gott 85% av arbeiðnum er gjørt – men tað, sum stendur eftir, eru júst tey mest krevjandi økini.

 

- Tí seta vit 5 mió. krónur av í 2026 fyri at halda fast og koma víðari. Hetta er ein av týdningarmiklastu og mest langskygdu íløgunum í fíggjarætlanini, tí tað snýr seg um reinar áir, eina fjøru vit kunnu liva við – og eina reina náttúru.

 

Harumframt verða miðvísar játtanir settar av til grøna umstilling, vatn- og orkuøki, kirkjugarðar, gøtuljós og ferðslutrygd. Íalt verða 6,65 mió. krónur brúktar til hesi grundleggjandi arbeiði, sum alt annað byggir á, og sum tryggjar ein tryggan, reinan og vælvirkandi dagligdag.

Harumframt verða 3 mió. krónur settar av til dagføring av havnum og lendingum.

 

At enda leggja tey í Vága kommunu aftrat:

 

- Í síni heild er fíggjarætlanin fyri 2026 ein javnvigan millum raðfestingar og nýhugsan, millum gerandisligar skyldur og framskygni. Vit raðfesta borgaran – bæði tann unga, tann vaksna og tann eldri – og vit raðfesta karmar, sum tryggja eina livandi og haldføra kommunu. Og vit gera tað við tí somu visjónini fyri eyga: At Vága kommuna skal vera ein framfúsin og fevnandi kommuna.

 

##med2##

 

Tað er málið hjá býráðnum, at Vága kommuna skal vera ein framfúsin og fevnandi kommuna