Tíðindaskriv, Veðurstovan:
Fjallarøðin oman fyri húsini er bæði verja í lítlum vindi og ger vindin ójavnan. Ringasta ættin er tí landnyrðingur, líka sum í t.d. Undir Gøtueiði og heima á Sandi.
Lágættirnar eru góðar til vind, undantikið útsynningur, men kunnu vera ringar til mjørka, serliga á sumri. Landsynningur er besta ættin til vind, men er samstundis vát og hugtung av mjørkanum, líka sum í Havn.
Suðuroyggin verjir ímóti ælaveðri av útsynningi. Á vetri kunnu kavaælini hanga yvir Suðuroynni, og tað kann vera avkavað eftir lítlari løtu, meðan ikki eitt følv røkkur til Dímunar.
Fyrr í heyst vóru vit í Stóru Dímun og gjørdu samrøðu við tey har úti um staðveðri.
Tað liggur her á heimasíðuni og kann lesast her. Stóra Dímun










