Lættari atgongd til bústaðarmarknaðin

Sambandsflokkurin hevur gjørt eitt uppskot, sum skal gera tað lættari hjá føroyingum at sleppa á bústaðarmarknaðin.

Kanningar vísa, at 94% av føroyingum vilja búgva í egnum bústaði, og at tørvur er á fleiri enn 1.000 bústaðareindum. Alsamt hækkandi sethúsaprísir og krøv frá peningastovnum gera, at tað gerst truplari og truplari hjá serliga barnafamiljum og familjum við lág- og miðalinntøkum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin.

 

Við hesum uppskoti vil Sambandsflokkurin gera tað lættari hjá fyrstuferð keyparum.

 

Uppskotið hevur m.a. við sær, at ein familja við tveimum smábørnum, ið skal inn á bústaðarmarknaðin fyrstu ferð, kann fáa góðar 800.000 kr. yvir eitt 10-ára tíðarskeið, ímeðan tey skulu etablera seg og hava brúk fyri pengunum.

 

Ein bústaðargrunnur verður settur á stovn, har fólk kunnu lána upp til 5% av eginfíggingini, í mesta lagi 200.000 kr. Stovnfæið skal fíggjast við einum gjaldi álagt peningastovnunum, sum skal gjaldast í grunnin yvir eitt 10-ára tíðarskeið.

 

Pensjóngjaldið verður umskipað soleiðis, at tað verður møguligt at fáa 50% av pensjónsgjaldinum útgoldið sum løn í 10 ár.

 

Harumframt skal barnafrádrátturin hækkast við 1.000 kr. um mánaðin fyri hvørt barn upp til 7 ár, og útgjaldið úr Barsilsskipanini skal hækka úr í mesta lagi 30.000 kr. til at vera í mesta lagi 40.000 kr. um mánaðin.

 

Fyri at fíggja uppskotið verður ein serskattur á 7% lagdur á føroysku peningastovnarnar og tryggingarfeløgini.

 

Fólk, sum fáa eyka løn í eitt tíðarskeið, fíggja hetta sjálvi, tí hetta er teirra egna pensjónsinngjald, sum verður flutt til løn í eitt tíðarskeið upp til 10 ár. Skatturin av hesum partinum av lønini verður 40% og fer allur til kommunurnar, so tær onki missa.

 

Ein inntøkugrundaður býlisstuðul verður skipaður til tey, sum leiga. Býlisstuðulin verður fíggjaður við at umskipa rentustuðulin.

 

Umsitingin av átøkunum verður latin til verandi stovnar. Bústaðargrunnurin skal umsitast av Bústøðum, pensjóns-/lønarútgjaldið umsitast av Taks, og býlisstuðulin av Almannaverkinum.

 

Bústaðargrunnurin skal vera partur av landsroknskapinum, men verður ikki á fíggjarlógini.

 

Fyri at seta hetta í verk krevjast nakrar lógarbroytingar, ið kunnu fremjast skjótt. Tær eru:

 

- broytingar í ásetingarlógini um hægri barnafrádrátt

 

- broytingar í skattalógini um serskatting av peningastovnum og tryggingarfeløgum

 

- broytingar í lógini um barsilsskipan um møguliga javning av inngjaldinum

 

- broytingar í eftirlønarlógini og rentutryggingarlógini um pensjónsinngjald flutt sum løn

 

Endamálið við hesum átøkum er, at barnafamiljur og familjur við lág og miðalinntøkum fáa møguleika at sleppa inn á bústaðarmarknaðin.

 

Við uppskotinum verður minkað um sosiala ójavnan millum fólk, og ger tað lættari hjá føroyingum at velja at búseta seg í øllum Føroyum.

 

 

 

Sambandsflokkurin