Kanningin er gjørt í kjalarvørrinum av einum uppskoti sum Stiftsráðið í Keypmannahavn gjørdi fyri trimum mánaðum síðani, har nevndur varð møguleikin at lata 10 av teimum íalt 107 kirkjunum aftur. Orsøkin til hetta er, at færri og færri fólk brúka kirkjurnar.
Annars er sjáldsamt at kirkjur verða lætnar aftur í Danmark. Hetta er bert hent tríggjar ferðir seinastu 39 árini.