Laila av Reyni á Okkara Voxbotn

Laila av Reyni gav í fjør út sína fyrstu fløgu, ið fangaði bæði fløgukeyparar og ummælarar, nú sleppa vit at uppliva hana live á Okkara Voxbotn.

Laila av Reyni gav í fjør út sína fyrstu fløgu, ið fangaði bæði fløgukeyparar og ummælarar, nú sleppa vit at uppliva hana live á Okkara Voxbotn.

Laila spælir væl komponeraðan popp, sum fangar og forførir, og hennara framførslur leggja altíð dent á bæði tónleik og visuelt úttrykk.

Herfyri spældi hon fyri stórari fjøld í Kongens Have í Keypmannahavn og áðrenn tað var hon á konsertferð í Íslandi. Saman við Pæturi Zachariasson og Kristoffer Mørkøre hevur Laila fingið júst røttu fólkini, at flyta stóru og væl arrangeraðu ljóðmyndina út á pall.

Okkara Voxbotn 2014 verður í Vágsbotn leygardagin 28. juni 2014. Umframt Lailu eru m.o. L.O.C., Barbara Moleko, Return, Killer Queen, Swangah og Byrta avdúkaði, eisini fer ein rúgva av øðrum bólkum á pallin henda dagin.

Atgongumerkjasølan til Okkara Voxbotn 2014 gongur strúkandi, atgongumerki eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, Vodafone handlunum og á ebillett.fo. Í fjør var útselt, og fyrireikararnir vænta nógv fólk aftur í ár.