Laksafoss stendur við sítt

- Tað undrar meg, at Sambandsflokkurin skal taka frástøðu frá tí, sum eg havi sagt, tí tað var ikki vanligt, at Sambandsflokkurin tók frástøðu frá tingum, sum eru sannleikin, sigur Magni Laksafoss - Tað undrar meg, at løgmaður sigur, at flokkurin tekur frástøðu frá mínum útsagnum. Nú havi eg tosað við fleiri av flokslimunum, og mær vitandi hevur eingin fundur verið um hetta í flokkinum.

Tað sigur Magni Laksafoss, tingmaður fyri Sambandsflokkin, við Rás2 í dag.

Magni Laksafoss sigur í lesarabrævi, at Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, slepti stýringini av búskapinum, og at John Johannesen nápar politiskar loysnir frá øðrum.

Sambandsflokkurin vil tó einki kenna við hesar útsagnir. Ì gjárkvøldið sendi Kaj Leo Johannesen, løgmaður og formaður í sambandsflokkinum, út fráboðan, har boðað varð frá, at lesarabrævið einans stendur fyri egna rokning Magna Laksafoss.

- Tað undrar meg, at Sambandsflokkurin skal taka frástøðu frá tí, sum eg havi sagt, tí tað var ikki vanligt, at Sambandsflokkurin tók frástøðu frá tingum, sum eru sannleikin, sigur Magni Laksafoss við Rás2.

- Eg kundi hugsa mær at spurt Kaj Leo Johannesen, nær Sambandsflokkurin hevur viðgjørt mínar útsagnir á fundi, og hvat tað er í tí, sum eg havi sagt, sum ikki er sannleikin.

Magni Laksfoss stendur fast við tað, sum hann segði um Javnaðarflokkin og leiðandi politikarar í flokkinum.

- Orsøkin til, at tað er neyðugt at ruska upp í Javnaðarflokkinum, er tí teir sita á einum heilt sentralum posti, sum skal taka hædd fyri tað kreppu, sum vit eru á veg inní. Tað kann ikki passa, at tann posturin skal verða handlingslammaður, sigur Magni Laksáfoss.

Hví finnist tú harðliga at Jóannes Eidesgaard og hansara fíggjarpolitikki?

- Tað passar ikki, at eg finnist at politikkinum hjá fíggjarmálaráðnum. Eg finnist at, at hann ikki førir politikk, tí har er eingin politikkur. Tað krevur, at mann tekur nakrar avgerðir og førir nøkur ting fram, og tað er tað, sum ikki hendir. Her koma ongar loysnir, her er einki initiativ, tað er trupulleikin, sigur Magni Laksáfoss.