Landskappingin á veg í sjónvarpið

Í FSF verður arbeitt við at finna høvuðsstuðul til landskappingina og møguleikanum fyri, at ein dystur í hvørjum umfarinum skal sjónvarpast

FSF AÐALFUNDUR
Jóannes Hansen
 
Tað ljóðaði fyri nøkrum árum síðani um hetta. Tá spurdist einki burturúr, men nú er tað aftur á skránni. Sambært frágreiðingini, sum FSF formaðurin Óli Holm helt á aðalfundinum leygardagin, so er ætlanin hjá FSF, at landskappingin skal eiga ein høvuðsstuðul. Tað fer at hava við sær, at landskappingin fer at hava nýtt heiti á sama hátt sum kappingarnar í hondbólti fyri stuttum fingu tað, og sum tað seinnu árini er vorðið vanligt í fótbóltskappingum í øðrum londum.
- Arbeiðið við hesum gongur sum ætlað, og vit vóna at koma undir land við eini loysn innan alt ov rúma tíð, upplýsti FSF formaðurin.
                      Sambært ársfrágreiðingini so hevur FSF havt samband við Sportfive, sum er felagið, ið eigur rættindini at sjónvarpa frá landdystunum hjá Føroyum, og SvF við tí í hyggju at fáa í lag sjónvarping frá 1. deild hjá monnum. Televarpið hevur eisini víst ávísan áhuga fyri ætlanini.
- Í fyrsta umfari er ætlanin hjá okkum at fáa sent beinleiðis frá einum dysti í hvørjum leikumfari, og at hetta skal ganga upp á skift millum feløgini, segði Óli Holm.
 
FSF vil hava loyvini
Enn ber ikki til at siga nakað um, hvussu fíggjarligu viðurskiftini verða í hesum sambandi. Tvær høvuðstreytir mugu fáast upp á pláss, áðrenn tað fer at bera til at fara víðari við ætlanini.
                      Onnur er, at feløgini geva FSF sjónvarpsrættindini til 1. deildardystirnar, soleiðis at tað fer at bera til hjá FSF at gera serstaka avtalu við Sportfive, sum síðan fer at gera avtalu við sjónvarpsstøð.
                      Hin treytin er, at peningur verður fingin til vega, soleiðis at tað fer at bera til at gera íløgu í ein SNG vogn, sum tað verður nevnt í frágreiðingini. Hetta er stóri bilurin, sum altíð er at síggja uttanfyri, har tað verður sjónvarpað frá eitt nú fótbóltsdystum. At fáa ein sovornan bil við neyðuga innihaldinum er fortreytin fyri at verða førur fyri at senda beinleiðis og við tí dygdini, sum er neyðug. Einki verður í frágreiðingini sagt um, hvussu stór tann íløgan verður roknað at verða.
                      FSF fer heilt skjótt at venda sær til feløgini, sum eru umboðað í 1. deild, har heitt fer at verða á feløgini um at geva FSF sjónvarpsrættindini.