Noreg hevur eisini brúk fyri einum undri í kvøld, um tað skal eydnast teimum at koma til EM-endaspælið, tí ikki bert mugu teir vinna í Malta, men eisini má Turkaland tapa móti Bosnia-Herzegovina í turkiska heksaketlinum.
Landskrona verður á einum lista, saman við avrikunum hjá Riise og Solskjær í Champions League, mettir at vera á einum sjeynda plássi.
Føroyski sigurin í 1990 móti Eysturríki í Landskrona, liggur í løtuni á einum sjeynda plássi við 3,28% av atkvøðunum. Føroyskir lesarar, ið halda, at Landskrona er størsta fótbóltsundurið, kunnu atkvøða á www.vg.no. Trýst á ”Fotball” í vinstru síðu á forsíðuni.