Landslæknin fær loyvi til at gera líkkanningar

Nýggj kunngerð frá danska heilsumálaráðharranum gevur landslæknanum í Føroyum hesa heimild

Um ein persónur doyr, aftaná hann er koppsettur fyri koronu, so skal landslæknin nú kunna skera líkið upp fyri at kanna tað.

Hetta verður lýst í nýggjari kunngerð hjá danska heilsumálaráðharrin Magnus Heunicke. Kunngerðin kemur í gildið í dag og er galdandi til 15. august 2020.

Landslæknin skal kunna gera hetta, um hann metir, at ein líkkanning er neyðug fyri at finna út av, um deyðsorsøkin hevur samband við koppsetingina.

Men loyvið er bara innan fyri sjey dagar, sum merkir, at um persónurin doyr átta dagar aftaná koppseting, so er eingin heimild til at kanna líkið á sama hátt.