Landsliðið er væl fyri

Meiri enn helmingurin av liðnum spælir í Danmark og Noregi, har føroysku spælararnir høvdu viðrák í vikuskiftinum.

Í hesi vikuni fer tað mesta at snúgva seg um fyrsta dystin í HM undankappingini. Hann verður sunnudagin klokkan 15. Tað verður spælt á Svangaskarði.

Allan Simonsen, sum í vikuskiftinum var í Íslandi og fylgdi føroysku spælarunum, hevur sett sínum monnum stevnu hósdagin. Ætlanin er at venja hóskvøldið, fríggjadagin og aftur leygardagin.

Meiri enn helmingurin av føroysku landsliðsspælarunum eru uttanfyri landoddarnar. Hesar komandi dagarnar fara teir at manna setrini í flogførunum hjá Atlantsflog. Fyrsti útisetin heim var Sámal Joensen, sum longu í gjár kom úr Reykjavík. John Petersen, Jens Martin Knudsen og Uni Arge koma úr Reykjavík í morgin.

Donsku útisetarnir koma heim hósdagin, og tað kann væl vera, at teir fara at vera í ferðalagi við teir tríggjar í Sogndal.


Fleiri hvíldu

Fleiri av landsliðsspælarunum, sum spæla aðra staðni, hvíldu í vikuskiftinum, tí teir vóru leikbannaðir. John Petersen og Sámal Joensen høvdu fegnir vilja hjálpt til hjá Leiftri, sum tapti, og Julian Johnsson og Hans Fróði Hansen høvdu einki havt ímóti dystarvenjing, tá Sogndal vann á Byåsen.

Kurt Mørkøre spældi allar 90 minuttirnar móti Byåsen. Hesa ferð eydnaðist honum ikki at skora. Jens Martin Knudsen hevði nógv at gera, tá Leiftur tapti í Reykjavík, men tað verður sagt, at spælandi venjarin stóð seg væl. Allan Simonsen var á staðnum, og hann hevur sjálvur sæð, hvussu Jens Martin er fyri.

Í gjárkvøldið var ætlanin, at Allan Simonsen skuldi hyggja at, tá Uni Arge og ÍA skuldu spæla á Laugardalsvøllinum. Næsti dysturin á Laugardalsvøllinum verður, tá Danmark leygardagin skal spæla undankappingardyst móti Íslandi. Allan Simonsen hevur sjálvur góð minni frá Laugardalsvøllinum. Tað var har, at hann í 1972 spældi fyrsta landsdystin fyri Danmark, sum vann 5?2. Allan Simonsen skoraði tvey av málunum.


Sjálvsálit í Danmark

Eftir at tað hevur gingið striltið hjá bæði FCK og Herfølge glógvaði tað av álvara í sunnudagin.

Todi Jónsson hevði sentralan leiklut, tá FCK vann í Parkini á Brøndby. Jákup Mikkelsen hevði ikki nógv at gera, men fyri hann og Herfølge var tað týdningarmikið, at teir vunnu á AGF.

Óli Johannesen hevur verið tolin í AGF. Nú eydnaðist tað honum at koma á liði. Tað hevur stóran týdning fyri dystarvenjingina og ikki minst fyri sjálvsálitið.


Øssur í hopla

Teir átta heimligu spælararnir, sum eru í landsliðshópinum, vóru allir í dysti sunnudagin. Hjá Rógva Jacobsen gekk einki serligt. Hann var í 1. hálvleiki á Svangaskarði óheppin, tá langskot brast í stólpan, og síðani var hann lítið sjónskur í spælinum. Bæði í 1. hálvleiki, og tá ein tími var farin, sá hann gult og noyddist tískil undir brúsu.

Fróði Benjaminsen skoraði eitt av teimum seks B68 málunum, men tað tykist framvegis resta nakað í, áðrenn venjingarstøðan verður so góð, at full nytta fæst burturúr fótbóltsevnunum. Fróði spældi næstan einki undan summarsteðginum.

Jan C. Dam var í B68 verjuni. Hann spældi skilagott og syrgdi fyri, at eingi mistøk vóru gjørd. Tá KÍ liðið var nógv undirmannað, valdi Jóannes Jakobsen at spara Jan C. Dam.

Mest eyðsýndi spælarin á Svangaskarði var Øssur Hansen. Hann hevur neyvan áður verið so væl upplagdur, sum hann er nú. Hann legði upp til fleiri av málunum hjá B68. Merkisvert er tað, at Øssur í B68 hevur sera framrættaðan leiklut. Á landsliðnum er hann vongverji við nógvum verjuskyldum.

Í Gøtu var Henning Jarnskor meiri sannførandi, enn hann hevur verið leingi. Í Vági spældi Allan Mørkøre væl.

? Venjingarstøðan gerst alsamt betur, og eg merki einki til skaðan, sum hevur plágað. Men í 2. hálvleiki gekk orkan undan, segði landsliðsveteranurin aftaná málleysa javnleikin. Jóhannes Joensen var í sama borði sum Allan Mørkøre allar 90 minuttirnar. Hansara uppgáva var at halda tætt. Tað megnaði hann. Jóhannes var sjáldan við í HB álopsspælinum. Tað var heldur ikki ætlanin, at hann skuldi vera serliga framrættaður.

Í Gundadali var Jens Kristian Hansen partur av B36 liðnum, sum var vónbrot móti B71. Troystin hjá landsliðsvenjaranum er, at liðformaðurin hjá landsliðsvenjaranum spælir altíð væl, tá hann er á landsliðnum.