Tað vera væntandi og vónandi tvær føroyingauppgerðir í Champions League í hondbólti hjá kvinnum
Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg sum royndi seg í Champions League við Storhamar í farna kappingarárinum, skal í komandi kappingarárinum aftur royna seg í Champions League.
Hesaferð verður tað við rumenska liðnum, CSM Bukarest.
Eitt av mótstøðuliðnum hjá CSM Bukarest verður liðið hjá Súnu K. Hansen, Buducnost úr Montenegro.
Hini liðini í innleiðandi bólki A eru Team Esbjerg, Krim, Borussia Dortmund, Ferancvaros, Sola HK, og Brest Bretagne.
Team Esbjerg kenna Pernille og Súna væl frá donsku liguni. Sola kennir Pernille væl frá oddastríðnum í bestu norsku hondbóltsdeildini í undanfarna kappingarárinum.
CSM Bukarest spælir fyrsta dystin í Champions League á útivølli móti Krim. Dysturin verður leiktur 5. september. Dagin eftir spælir Budocnost dyst á heimavølli móti Ferancvaros.
Føroyingauppgerð verður í Bukarest 12. september klokkan 14, tá CSM Bukarest og Buducnost spæla innanhýsis dyst í øðrum leikumfarinum.
Átta av 14 teimum innleiðandi dystunum vera leiktir í heyst. Hinir seks dystirnir vera leiktir fyrst í komandi árinum.











