Landsliðsliðskiparin er norskur steypavinnari

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Storhamar vunnu aftaná brotskastskapping

Steypafinalurnar í norskum hondbólti eru í dag leiktar í Unity Arena uttanfyri Oslo.

 

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Storhamar vunnu í finaluni 37-36 á Larvik aftaná brotskastskapping.

 

Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 29-29. Farið var beinleiðis til brotskastskappingina, ið Storhamar vann 8-7.

 

Pernille skoraði í vanligu leiktíðini fýra mál upp á fýra málmøguleikar. Í brotskastskappingini skoraði hon tvær ferðir. Beint eftir hon hevði lagt Storhamar á odda 37-36, brendi Larvik, og so var steypasigurin heima.

 

In.fo ynskir Pernille tillukku við steypasigrinum.