Nakrir tankar í andvekri...

GG! Skrulla endiliga víðari, um tú ikki orkar at lesa ein Breckmannslestur...

Feðgar á ferð

 

Fyri umleið átta árum síðani mátti eg við sorg ásanna, at eg ikki kundi lesa bókina Feðgar á ferð eftir Heðin Brú longur. Síðani eg gjørdist lærari í 2008, hevði eg lisið Feðgar á ferð sum høvuðsverk í føroyskum í 9. flokki. Tey fyrstu árini var tað ein fragd at lesa bókina við næmingunum. Vit flentu í kíki, vóru álvarsom, tosaðu um søgugongd, trupul orð, setningsbygnað, persónligar eginleikar, føroyska lyndið, fortíð og nútíð, føroyska samfelagið fyrr og nú, føroyskan dans, grindadráp, føroyskan mat, náttúru og veðurlag okkara, vit kannaðu Føroyakortið og mangt annað. Næmingar dugdu at ímynda sær hendingarnar í eini bók við ongum myndum. Teir sóu søgugongdina ganga fyri seg sum ein film í høvdinum. Teir høvdu hugflog. Teir tosaðu um søgugongdina heima við foreldur, ommur, abbar og onnur, ið øll kendu bókina, serliga frá upplestrinum í Útvarpi Føroya.

 

Fyri beint yvir tíggju árum síðani byrjaði eg at síggja eina broyting við næmingunum. Hendan broytingin kom júst, tá ið teldlar og snildfonir ikki longur vóru nakað, nøkur fá høvdu atgongd til, men brádliga áttu øll skíggjar. Broytingin var eyðsýnd beinanvegin. Næmingarnir megnaðu ikki at hugsavna seg longur, teir keddu seg skjótari, hugflogið var ikki tað sama, teir mintust illa, fleiri sovnaðu í tímunum, teir megnaðu ikki at endurgeva ein tekst, skiltu ikki orð og dugdu ikki at finna útav, hvat tey merktu, teir hildu uppat at duga at benda og at megna at siga ein vanligan setning. Eg byrjaði at kunna lesa stílar og týða setningarnar í teimum orð fyri orð til enskt, tí orðini vóru føroysk, men setningarnir vóru á enskum. Tá ið eg royndi at fáa tey at lesa eina bók við ongum myndum, kom eingin “filmur” fram í høvdi teirra. Sjálvandi hendi alt hetta ikki beinanvegin, tó heldur ikki so líðandi men við rúkandi ferð. Er tað ov framligt av mær at siga, at vit skuldu havt lurtað eftir ávaringunum frá Gitte Klein beinanvegin?

 

Tá ið eg so fyri síðstu ferð royndi at lesa Feðgar á ferð við einum 9. flokki, legði eg merki til, at næmingarnir nærum ikki skiltu ein tann einasta setning. Bókin kundi verið skrivað á onkrum fremmandamálið, sum tey ikki høvdu lært. Eg bønaði og bað foreldrini um at hjálpa næmingunum heima, tí tað er jú sera gott fyri næmingarnar at kunna tosa við ein vaksnan um skúlating. Men har var einki at gera. Eg mátti ásanna, at eg ikki kundi lesa bókina við næmingunum longur. At siga at eg var knúst, er at gera ov lítið av.

 

So koma vit til dagin í dag. Børn míni og eg settu okkum fyri at royna at vita, um bókin veruliga mundi vera púra óskiljandi fyri eitt nýtt ættarlið. Vit vóru uttanlands, har vit skuldu koyra sera long strekki, og ímeðan maður mín, Jógvan, koyrdi, las eg hart fyri øllum. Meðan lisið varð, tosaðu vit um trupul orð, og onkuntíð spurdu børnini um okkurt, tey ikki rættiliga skiltu. Hvørja ferð ein kapittul endaði, gav eitt ella tvey av børnunum (mest Lý og Eir) ein samandrátt. Sjálvt Rókur gav onkran samandrátt, ið var ómetaliga flott, tí hann er bara 7 ára gamal. Jógvan elskar eisini bókina, so hann hjálpti eisini til at greiða børnunum frá.

 

Tað var ein heilt serlig uppliving, at koyra so langt og leingi og so at lesa eina av mínum yndisbókum, ið hevði volt mær so nógva sorg, -  altso ikki bókin, men ásannanin av, at næmingarnir ikki megnaðu bókina longur. Men so eisini nærum opinberingin av at ásanna, at hóast eg geri mítt allar, allar besta sum lærari, so kann eg bara gera so nógv, eg klári, og so mugu foreldrini og næmingarnir sjálvir gera restina. Men eg havi ábyrgd av mínum egnu børnum, og hóast skúlin ger eitt framúr gott arbeiði, so er tað mín ábyrgd sum foreldur at taka um endan, hjálpa við skúlatingum, kanna vikuætlan floksins, hjálpa at pakka taskuna (ja, tað eru ófatiliga nógvir næmingar, sjálvt í hádeild, ið als ikki megna tað), lesa fyri og við børnunum, tosa við tey og rætta tey, tá ið tey benda skeivt, syrgja fyri at tey eru ein partur av familjuni og samfelagnum við at taka tey við og læra tey at elska hetta landið og at stríðast fyri tað, - ikki bara at spyrja, hvat land okkara kann gera fyri tey, men hvat tey kunnu gera fyri land okkara.

 

Niðurstøðan er, at eg kann við gleði staðfesta, at Feðgar á ferð als ikki er ein ómøgulig og óskiljandi gomul bók. Vit her heima endurgeva nú nærum dagliga úr henni, og hon hevur ment okkum bæði málsliga og mentanarliga og hevur verið og er til mikla fragd.

 

Bókin er ikki útdeyð enn. Tað er framvegis vón.