Landsliðsvenjarin sleppur ikki at vera elitudómaravenjari

Peter Bredsdorff Larsen situr í leiðsluni hjá Aarhus HC, og tí meta fleiri, at hann er ógegnigur og kann ikki vera elitudómaravenjari

Mynd: Ritzau

Landsliðsvenjarin hjá hjá føroyska manslandsliðnum, Peter Bredsdorff-Larsen er ein dugnaligur maður við fleiri álitisstørvum.

 

Tó hevur hann mist eitt starv nú. Peter Bredsdorff-Larsen hevur verið elitudómaravenjari, men av tí, at hann situr í leiðsluni í HC Aarhus, ið spælir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, so meta fleiri, at hann er ógegnigur og kann tískil ikki vera elitudómaravenjari. 

 

Ein annar kendur danskur hondbóltsvenjari, Jan Pytlick hevur tí yvirtikið starvið sum elitudómaravenjari.

 

Thomas Christensen, ið er stjóri fyri samtakið fyri fremstu hondbóltsdeildirnar í Danmark sigur í viðmerking við BT, at fleiri feløg hava vent sær til hansara, har tey hava borið upp á mál, at Peter Bredsdorff-Larsen er ógegnigur.

 

- Hesi feløgini halda, at tey vilja ikki rinda lønina hjá Peter Bredsdorff-Larsen fyri at vera elitudómaravenjari, um Peter Bredsdorff-Larsen samstundis brúkar tíðina hann fær løn fyri til eisini at útvega spælarar og sponsorar til HC Aarhus.

 

Bjarne Munk Jensen frá elitudómaranevndini sigur við BT: - Avgerðin hevur einki at gera við, at vit eru ónøgd við arbeiðið Peter hevur gjørt. Tað hava vit verið fegin um, og eg haldi, at hann hevur avrikað framúr væl, sigur Bjarne Munk Jensen. 

 

BT skrivar, at Peter Bredsdorff-Larsen er ikki samdur við avgerðini, og metir ikki, at hann hevur ein gegnistrupuleika.

 

Millum leikararnar hjá HC Aarhus eru føroysku landsliðsleikararnir, Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau