Saknar ítøkiliga kunning um møguleikar á Fróðskaparsetrinum

Tingkvinna vil vita ítøkiliga, hvat størri smidleiki og fleiri útbúgvingarmøguleikar á Fróðskaparsetrinum merkir fyri fólk kring landið

Tað er Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, ein grein 52a fyrispurning, sum er soljóðandi:

 

1. Hevur Fróðskaparsetur Føroya ítøkiligar ætlanir um at bjóða fjarlestur og fjarundirvísing, so lesandi úr øllum oyggjum í Føroyum fáa størri smidleika og fleiri útbúgvingar-/eftirútbúgvingarmøguleikar, og fráfallið møguliga minkar?

 

2. Um ja, verður hetta so galdandi fyri allar deildir á Fróðskaparsetrinum?

 

3. Um ja, nær kann væntast, at hetta verður sett í verk?

 

Í viðmerkingum til fyrispurningin nevnir Súsanna Bertholdsen, at strategiætlanin hjá Fróðskaparsetri Føroya er endurskoðað og dagførd fyri tíðarskeiðið 2025 – 2030.

 

– Fróðskaparsetrið er landsins einasta universitet og hevur tí serligan leiklut í samfelagnum sammett við onnur universitet. Fróðskaparsetrið hevur avgerandi týdning, tá ið tað ræður um eina vælútbúnað arbeiðsmegi, sigur hon.

 

Hon vísir á, at miðalaldurin á lesandi á Setrinum er lutfalsliga høgur, og stórur partur av studentahópinum hevur familjuskyldur.

 

– Tískil noyðast tey flestu at arbeiða í lestrartíðini fyri at tryggja sær neyðugu inntøkuna. Fyri nøkur er hetta ein avbjóðing, sum kann hava fráfall við sær.

 

– Í nýggju strategiætlanini stendur, at Fróðskaparsetrið vil stremba eftir at bjóða lesandi størri smidleika og hava fleiri útbúgvingartilboð, sum samsvara við smidligar útbúgvingarleiðir og lívslanga læring. Tað stendur eisini, at Fróðskaparsetrið eigur í nógv størri mun at bjóða stakskeið; undirvísing á staðnum og talgild fjarundirvísing eigur at verða brúkt, sigur hon.

 

Sum er, er tað ynskiligt, at miðnámsskúlalærarar hava undirvísingarførleika í trimum lærugreinum. Nógvir hava undirvísingarførleika í tveimum lærugreinum og ynskja tí at taka eitt eyka hjánám á Fróðskaparsetrinum.

 

– Í okkara grannalondum ber til at gera hetta niðursetta tíð ella sum fjarlestur og uttan møtiskyldu.

 

– Hetta er ikki møguligt á Fróðskaparsetrinum, og tað hevur við sær, at nøkur kenna seg avskorin frá møguleikanum at taka eftirútbúgvingar, og harvið vera við til at tryggja eina vælútbúna arbeiðsmegi í øllum økjum í Føroyum. Fjarstøða og vantandi smidleiki eru orsøkin.

 

– Undirritaða saknar ítøkiliga kunning um, hvat størri smidleiki og fleiri útbúgvingarmøguleikar merkir, og tí verða hesir spurningar settir, sigur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.