Í sambandi við meirnýtsluna hjá Strandfersðluna í fjør, eru fjølmiðlar, politikarar og onkur advokatur, farin fullkomiliga í sjálvsving. Og endin er, at alt verður blandað saman til ein stóran skilaleysan peruvelling. Tað heldur Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur. Hann sigur nevniliga, at landsstýrið hevur brotið lógina fleiri hundrað ferðir.
At brot verður framt á stýrisskipanarlógina er einki óvanligt, sigur hann Hann vísir á, at í einum yvirliti frá landsstýrismálanevndini í 2010, har Jóannes Eidesgaard varð kærdur, verður upplýst, at í árini frá 2003 til 2008 varð stýrisskipanarælógin brotin einar 600 ferðir
Eisini hesi árini frá 2005, til 2008, hevði Strandferðslan eina meirnýtslu, og harvið landsstýrismaðurin brotið á stýrisskipanarlógina. Talan var um meirnýtslu frá 100.000 krónum, upp í 14,7 milliónir um árið.
- Hetta vísir greitt, at brot á stýrisskipanarlógina og nú játtanarlógina, er eitt vanligt fyribrygdi og er sostatt ikki nakað, sum núverandi løgmaður hevur funnið uppá ella bjóðað til, sigur Jógvan Páll lassen.
Hann sigur, at hyggja vit eftir tølunum annars fyri landskassaroknskapirnar, sæst: - at Karsten Hansen sum heilsumálaráðharri í 2013 hevði eina samlaða meirnýtslu á sínum øki, spjadda yvir 15 konti uppá gott kr. 7 mió., harav tann størsta einstaka var kr. 4,1 milliónir - at Aksel V. Johannesen sum heilsumálaráðharri í 2009 soleiðis breyt stýrisskipanarlógina níggju ferðir við tilsamans einari meirnýtslu við tilsamans níggju milliónum krónum - at Høgni Hoydal í tíðarskeiðnum 1998-2002 framdi fleiri brot á stýrisskipanarlógina, hóast tølini vóru væl minni enn omanfyri. - at Páll á Reynatúgvu, tá hann hevði ábyrgd av Almannaráðnum í 2002, framdi seks brot á stýrisskipanarlógina við einari meirnýtslu uppá 1,7 milliónir krónur - og meðan Bjørn á Heygum sat sum løgtingslimur í 1997, var meirnýtsla í almannamálum uppá 32 milliónir krónur - Alt hetta er farið fram, uttan at nakað er hent, sigur Jógvan Páll Lassen.
- At øll hesi brot eru framd og einki er hent, má eg sum borgari tí skilja soleiðis, at løgingið ikki hevur mett, at brot er framt á lóg um ábyrgd landsstýrisins, leggur hann afturat.
Les eisini: Meirnýtsla-anarki-bananrepublikk, har løgfrøðingurin útgreinar síni sjónarmið
Jógvan Páll Lassen sigur, at málið, sum í løtuni er til umrøðu í Føroyum um meirnýtsluna á Strandferðsluni, er tí ikki ein spurningur, um landsstýrismaðurin hevur brotið stýrisskipanarlógina ella ikki. - Tað hevur hann eins og allir teir omanfyri. Men spurningurin er um hann hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Tað metir Landsstýrismálanevndin ikki, at landsstýrismaðurin hevur medvirkað til.
- Fyri at bróta lógina um ábyrgd landsstýrismanna, skulu tey vanligu revsirættarligu hugtøkini vera uppfylt. Og at medvirka, verður lýst soleiðis í revsilógini sum “alle der ved tilskyndelse, råd eller dåd har medvirket til handlingen“.
Tað hevur Johan Dahl ikki gjørt, tvørtur ímóti hevur hann gjørt nógv fyri at broyta støðuna og tí hevur øll øsingin einki við veruleikan at gera, sigur Jógvan Páll Lassen.
|