Føroyska pensjónsskipanin stendur framman fyri stórum avbjóðingum.
Tí fer landsstýrið nú undir arbeiðið at endurskoða skipanina.
Í ólavsøkufrágreiðingini verður víst á, at fólk liva longur enn áður, samstundis sum talið á eldri veksur skjótari enn talið á teimum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum.
Hetta leggur trýst á almennu fíggingina, og tí verður neyðugt at tryggja, at pensjónsskipanin eisini er haldfør um 10, 20 og 30 ár.
Landsstýrið ætlar tí at seta ein arbeiðsbólk, sum skal gera uppskot til møguligar broytingar.
Endamálið er at finna loysnir, sum bæði tryggja eldri borgarum góð kor og samstundis taka hædd fyri framtíðar búskapinum.











