Landsstýrið hevur fingið svarið frá grein 6 nevndini, um tað ber til hjá Føroyum at gerast limur í altjóða handilsfelagsskapinum WTO. Á middegi fer løgmaður at kunna uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum um svarið, og sum síðani verður almannakunngjørt.
Tað var í januar, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, undirskrivaðu eina felags áheitan á Hægstarætt um formliga at seta nevndina. Áheitanin til Hægstarætt kann lesast her.
Umframt landsstýrið, ið hevur valt tvey umboð, hevur danska stjórnin valt tvey umboð og Hægstirættur trý umboð. Hægstarættarforsetin er formaður í nevndini. Nevndin hevur fylgjandi limir:
- Jens Peter Christensen, hægstarættarforseti, formaður
- Lars Hjortnæs, hægstarættardómari
- Jens Kruse Mikkelsen, hægstarættardómari
- Bjørn Kunoy (valdur av landsstýrinum)
- Sjúrður Rasmussen (valdur av landsstýrinum)
- Vibeke Pasternak Jørgensen, chef for Juridisk Tjeneste, Udenrigsministeriet (vald av donsku stjórnini)
- Anders Sparholt Jørgensen, afdelingschef Justitsministeriet (valdur av donsku stjórnini)