- Hetta er úrval av tekstum. Inngangurin er nýskrivaður og snýr seg um tað mest sum ov persónliga í bókmentum og nógvari bókmentaumrøðu seinnu árini.
So stutt og greitt skrivar Bergur Djurhuus Hansen, nú nakrir bókmentatekstir hansara eru savnaðir og komnir út í bók, sum eitur Spor. Hetta skrivar Fróðskaparsetur Føroya.
Forlagið hevur eitt brot úr innganginum hjá Bergi, sum vit eisini endugeva her:
Fyri rithøvundar er tað kanska ein ivi um endamálið við at skriva. Er tað viðkomandi? Nóg gott? Ungi rithøvundurin í Sult (1890) eftir Knut Hamsun verður lýstur sum bæði ágangandi og „hed af skam“. Í skaldsøguni Í havsins hjarta (2007) eftir Gunnar Hoydal „dandar“ høvuðspersónurin, sum er rithøvundur, millum ovurhuga, stórlæti og skomm.
William Heinesen sendi í 1936 eina grein um Chr. Matras til svenska tíðarritið Ord och Bild. Tá Chr. Matras frætti um tað, skrivaði hann til William Heinesen, at hann var „heldur illa við“ og kendi seg sum eina flundru, ið varð drigin upp av havsins botni.
Um nú rithøvundar hava tað á slíkan hátt, hvussu so við ummælarum? Kendi yrkjarin og essayisturin T.S. Eliot (1888-1965) helt, at í ummælum og viðgerð av bókmentum er neyðugt at virða ein annan myndugleika enn seg sjálva/n, um ikki rein tilvild skal ráða.
Tekstirnir í hesi bókini eru eitt úrval av ummælum og viðgerðum, sum áður hava staðið í føroyskum bløðum og ritum. Úrvalið er gjørt eftir, um ein viðgerð er í tekstunum, sum er meiri enn ein persónlig og tíðarbundin støðutakan. Tað eru nýggjar føroyskar bókmentir frá seinastu uml. 20 árunum, sum ljós verður sett á. Okkurt ummæli er stutt, einstakar viðgerðir eru drúgvari og við tilvísingum.
Bergur hevur annars skrivað eina rúgvu av greinum og ummælum av bókmentum, og sum granskari hevur hann eisini givið vísindaligar greinir út um samtíðarskaldskap, modernismu, ferðafrásagnir o.a.
Lesið meira um Berg á akademiska vanga hansara her.
Sprotin hevur bókina her. Tóroddur Poulsen eigur permumyndina, sum hann kallar "Hevd".