Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann greiddi fjølmiðlunum frá niðurstøðun hjá grein-6 nevndini. Mynd: Álvur Haraldsen

Landsstýrið vann og danska løgmálaráðið tapti stríð um WTO

Niðurstøðan hjá hægsta­rættar­dóm­aru­num er greið: Lima­skapur í WTO er sam­bæri­lig­ur við stjórn­ar­ski­p­an­ar­ligu støðu Føroya

Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann greiddi fjølmiðlunum frá niðurstøðun hjá grein-6 nevndini. Mynd: Álvur Haraldsen

Mikudagin klokkan 11 fekk landsstýrið niðurstøðuna frá grein 6 nevndini, sum lands­stýrið og danska stjórn­in gjørdu virkna at gera av, um lima­skap­ur Før­­oya í egn­um navni í WTO er sam­­bær­­­il­ig­ur við stjórn­ar­skip­an­ar­ligu støðu Føroya. Og svarið er, at slík­ur lima­skap­ur er sam­bæri­ligur við stjórn­ar­skip­an­ar­ligu støð­u Føroya.

 

– Eg fegnist um, at §6 nevnd­in er samd við løg­frøð­­i­ligu nið­ur­støð­uni hjá lands­­stýr­­­i­num um, at lima­skap­ur Før­oya í egn­um navni í WTO er sam­bær­i­lig­ur við stjórn­ar­skip­an­ar­­ligu støðu Føroya. Sam­stundis harmist eg um, at mál­­ið hevur drigið so nógv út vegna eina skeiva tulking hjá danska løg­mála­ráð­num.

 

– Eg vóni, at hetta mál fer at føra til ávíst afturhaldni frá danskari síðu at gera av­gjørd­ar einsíðugar nið­ur­støður um, hvat stjórn­ar­skip­an­arliga støða Føroya loyvir ella ikki loyvir, sigur løg­maður.

 

Løgmaður sigur eisini í samrøðu við Sos­i­alin, at tað var júst hes­um, tey fóru eftir.

 

– Málið hevur koyrt í meira enn 10 ár. Eg minnist, at eg á allar fyrsta fundinum við Lars Løkke Rasmussen, for­sæt­is­ráðharra, tá eg gjørdist løgmaður í 2015, júst var um WTO málið.

 

– Og  hetta málið hevur verið uppi á næstan hvørj­um fundi, eg síðani hava havt við danska stjórn­ar­leið­ar­an – og eg vænti, at tað sama hevur verið, tá Bárður á Steig Nielsen hevur verið á slík­um fundum, sigur hann.

 

Men svarið frá danskari síðu hevur alla tíðina verið hitt sama.

 

– Politiskt hevur man stuðl­­að okkum, men løg­mál­a­ráð­ið hevur alla tíðina hild­ið uppá, at tað ikki er sam­bær­iligt við  donsku grund­lóg­ina, og at tað tí ikki ber til.

 

– Nú kunnu vit so stað­festa, at at hægstirættur hev­ur givið okkum í lands­stýr­­i­num viðhald, at tað er sam­bæriligt við donsku grund­­lógina.

 

Løgmaður vísir tó á, at tal­an er um ein avmarkandi nið­ur­støðu, sum tey eisini høvdu roknað við.

 

– Tað verður sagt, at treyt­ir­nar fyri at vera limir í einum altjóða fel­ags­skap­i er fyri tað fyrsta, at altjóða fel­ags­skapurin loyvir ikki-stat­um at vera limir, og tað ger WTO, men øgiliga fáir aðr­ir felagsskapir.

 

Fyri tað næsta, at okkara gerð­­ir í felagsskapinum ikki binda kongsríkið, og sum nummar trý, so skulu Før­oyar í hvørjum ein­støk­­um føri hava loyvi frá donsku stjórnini at søkja um limaskap.

 

– Hetta snýr seg bara um WTO, men er eisini ein gen­erel niðurstøða, sig­ur løg­mað­ur, sum tó ikki heldur, at tað er ein trupulleiki,  tí pol­it­iskt stuðlar stjórnin okk­um

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann greiddi fjølmiðlunum frá niðurstøðun hjá grein-6 nevndini. Mynd: Álvur Haraldsen