Tað eru fimm ár síðani, at robottakfarið "Perseverance" varð sent til Mars at kanna gongustjørnuna nærri.
Nú hava vísindafólk givið út eina vísindaliga kanning um tað mest sensationella uppdagan, sum akfarið higartil hevur gjørt:
Á einum steini í einum turkaðum áarbotni eru smáar leopardflekkaðar útsetingar funnar í fossiliseraðari mold, sum kunnu hava verið eftir av livandi organismum.
Tað greiðir professarin John Leif Jørgensen frá DTU Space frá.
Saman við einum altjóða toymi av granskarum hevur hann ment eyguni hjá robottbilinum - eitt framkomið røntgen- og kameramikroskop, sum kann kanna og greina evnafrøðilig evni.
- Á hesum steinum, sum eru 3,5 til 4 milliardir ára gomul, finna vit nakrar evnafrøðiligar signaturir, sum vit bert kunnu forklára við at siga, at tær eru skaptar av lívinum, sigur hann.
Tað er sokallað mikrobielt lív, sum granskararnir síggja tekin um. Tað vil siga evni og evnafrøðilig samanseting, sum vit á jørðini seta í samband við forsøguligt lív.
- Bakteriur eru fyrsti lívsformurin, sum hevur tikið seg upp á jørðini. Tað kann eisini eftir øllum at døma vera fyrsta lívsformurin, sum hevur tikið seg upp á Mars, sigur John Leif Jørgensen.
Vit vita, at Mars fyrr var nakað heilt annað enn oyðimørkin av sandi, gróti og ísi, sum nú eyðkennir reyðu gongustjørnuna.
Tað hava verið sjógvur, áir, vøtn og lofthav á Mars - umstøður, sum hava mint um umstøðurnar á jørðini.
Uppdagingin av útleggingunum er ikki endaligt prógv um, at tað hevur verið mikrobielt lív á Mars.
Men sambært professaranum eru vit "nærri enn nakrantíð áður at prógva, at lív hevur verið á Mars".
- Um somu niðurstøður vórðu gjørdar her á jørðini, so hevði ein eintýðugt sagt, at tað vóru spor av lívi fyri milliardum av árum síðani.
- Men av tí at tað er á Mars, har lív ikki er kent í dag, kunnu vit ikki siga við 100 prosent vissu, at tað er prógv um fortíðarlívi á Mars.
- Men vit kunnu siga, at vit hava ikki megnað at funnið aðra forkláring uppá okkara dátur, enn at tað hevur verið lív á Mars, sigur John Leif Jørgensen.
Professarin vónar, at tað fer at bera til at senda steinarnar við møguligum lívstekin til víðari greining á jørðini.
- Vit vilja til dømis gjarna vita, nær hesar ætlaðu bakteriurnar vórðu til, áðrenn Mars gjørdist tann oyðimørkin, hon er í dag, sigur John Leif Jørgensen.
Kanningin, sum verður almannakunngjørd mikudagin í vísindaliga tíðarritinum Nature, fer helst at elva til øsing, sigur professarin á DTU Space.
- Hesi sløgini av uppdaganum kunnu veruliga skapa øsing, tí um lív hevur verið á Mars, so avbjóðar tað alla okkara fatan av alheiminum.
- Úrslitini hjá okkum eru longu mett, men vit bjóða sjálvandi øllum, sum hava innlit á økið, at nærkast tí opið og kritiskt.
- Tað er náttúran í vísindum, at vit seta spurningar um arbeiðið hjá hvørjum øðrum, sigur John Leif Jørgensen.
"Áhaldni" heldur fram við ferðini á Mars. Sostatt heldur leitingin eftir svarum um, hvørt lívsformir hava verið á gongustjørnuni 56 milliónir kilometrar burtur frá jørðini fram.
/Ritzau/