Landsvenjarin hjá Italia heldur fram hóast EM-fiasko

Forsetin í italska fótbóltssambandinum upplýsir, at Luciano Spalletti heldur fram hóast landið reyk úr EM kappingini tíðliga

Luciano Spalletti á tíðindafundinum eftir ósigurin hjá Italia fyri Sveis í EF. - Mynd: Alberto Pizzoli/Ritzau Scanpix

Atfinningarnar hava regnað niður á fótbóltslandsliðið hjá Italia síðani landið reyk út úr kappingini í gjár.

 

Eftir ein vánaligan innsats tapti Italia áttandapartsfinaluna 0-2 fyri Sveis.

 

Vónbrotið fær ongar avleiðingar fyri støðuna hjá landsvenjaranum Luciano Spalletti.

 

Hann heldur fram í arbeiðinum til HM í 2026, sigur forsetin í italska fótbóltssambandinum (FIGC), Gabriele Gravina.

 

- Eg eri pragmatiskur. Tú loysir ikki trupulleikarnar við at sleppa eini langtíðarverkætlan ella við at sleppa venjaranum ella leikarunum, sum hava verið partur av verkætlanini, sigur Gabriele Gravina, sambært tíðindastovuni AFP.

 

Luciano Spalletti varð settur sum nýggjur landsliðsvenjari í august í fjør, tá ið Roberto Mancini tók øll á bóli og segði seg úr starvinum.

 

Mancini førdi Italia til EM-heitið í 2021, men Spalletti megnaði ikki at leiða liðið til nýggjar eydnur. Enn er álitið á hann óbroytt.

 

- Spalletti hevur álit okkara. Hann skal hava okkara álit, tí hann skal til arbeiðis, og um 60 dagar byrjar Nations League, sigur Gravina.

 

Hann mælir landsmonnum sínum til tolsemi.

 

- Vit kunnu ikki rokna við, at ein Kylian Mbappé ella Cristiano Ronaldo brádliga kemur fram, so vit mugu hava tol.

 

Spalletti gjørdi Napoli til meistara í fjør og hevur áður staðið á odda fyri millum annað Roma og Inter.

 

Í komandi Nations League kapping er Italia í bólki saman við Belgia, Fraklandi og Ísrael.

 

/ritzau/

 

Luciano Spalletti á tíðindafundinum eftir ósigurin hjá Italia fyri Sveis í EF. - Mynd: Alberto Pizzoli/Ritzau Scanpix