Tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring í Havn

Løgreglan hevur tikið tveir bilførarar í Havn seinasta samdøgrið, sum eru undir illgruna fyri rúsdrekkakoyring. Annars hevur verið sera friðarligt kring landið, hóast bæði Ovastevna og Ljósfest hava verið.

Fyrrapartin í gjár steðgaði løgreglan einum bili í Havn. Illgruni var um, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, og tí varð blóðroynd tikin av viðkomandi.

 

Í morgun varð aftur ein bilførari steðgaður í Havn, sum løgreglan hevði illgruna um koyrdi ávirkaður.

 

Annars hevur vikuskiftið verið sera friðarligt hjá løgregluni.

 

Ovastevnan í Nólsoy er sambært løgregluni óvanliga væl úr hondum greitt sæð við teirra eygum. Eingin fráboðan er komin um ófrið ella onnur mál í sambandi við stevnuna.

 

Tveir sjúkraflutningar vóru tó úr Nólsoy. Samarittarnir á staðnum tóku sær av hesum og skipaðu fyri sjúkraflutningi í samstarvi við Landssjúkrahúsið.

 

Eisini býarlívið í Havn hevur verið friðarligt. Sjúkrabilar hava verið úti nakrar ferðir, og løgreglan hevur hjálpt onkrum fullum fólkum heim, men eingi mál eru skrivað í hesum sambandi.

 

Heldur ikki í Vági, har Ljósfest hevur verið um vikuskiftið, hevur løgreglan fingið nakað mál at taka sær av.