Fótbóltur
Fyrsti dysturin í 4. umfari verður longu í dag í Sarpugerði. Tað hevur verið eitt sindur av iva um, nær fyrsta bríkslið verður. Onkrastaðni hevur tað verið nevnt, at dystarbyrjan skuldi verða klokkan 15, men tað er ikki rætt. Fyrsta bríkslið í oyggjauppgerðini millum Víking og NSÍ verður klokkan 18. NSÍ spælararnir skulu ganga flaggdagsskrúðgongu, áðrenn teir saman við viðhaldsfólkunum fara um Gøtueið.
Talan er sjálvsagt um fyrstu uppgerðina í landskappingini millum Víking og NSÍ. Men harfyri ber til at staðfesta, at NSÍ plagar at standa seg væl í Sarpugerði. Tølini siga, at síðsti heimasigurin í Sarpugerði ímóti NSÍ var í 2000, tá ið GÍ vann 1-0.
Síðani hava tíggju dystir verið spældir í Gøtu millum GÍ og NSÍ. Fimm ferðir hevur NSÍ vunnið, og fimm ferðir hevur tað verið javnt. Í fjør vann NSÍ báðar dystirnar í Gøtu.
Hjá Víkingi eru allir tøkir uttan álopsspælarin Adrian Joensen. Orsaka av trupulleikum við lærkrikanum var hann ikki við, tá ið Víkingur tapti tepurt 2-1 í Gundadali ímóti B36. Adrian hevur ikki vant í hesi vikuni, og hann verður ikki við í dag.
Hjá NSÍ hevur tað í vikuni ikki staðið so væl til við fólki, men tað verður roknað við, at allir fara at vera tøkir í kvøld. Óli Hansen hevur verið burturstaddur alla vikuna, men hann kom til hús aftur seint í gjárkvøldið. Nenad Stankovic hevur havt onkran smásnudd, sum hevur havt við sær, at hann ikki hevur verið førur fyri at venja við fullari ferð, men eingin ivi er um, at týdningarmikli miðvallarin verður tøkur í dag.
Einar Hansen hevur ikki vant við fullari ferð, men hann verður tøkur, og nú er Øssur Dalbúð komin fyri seg aftur, eftir at hann í meiri enn tvær vikur hevur verið plágaður av skaða í knænum. Hann spældi unglingadystin ímóti 07 Vestur mikukvøldið á tamb.