Lars Olsen ger broytingar

Tíðindafundur: Landsliðsvenjarin váttar, at tað verða broytingar

Føroyska landsliðið hevur havt tíðindafund undan EM-landsdystinum móti Norra, sum verður í annaðkvøld á Tórsvølli. Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, váttar at tað verða broytingar á liðnum. 

- Vit fara nú at venja og so hyggi eg nærri at spælarunum. Vit hava fyrr gjørt nakrar broytingar, tá tað eru tveir dystir. Tað verður tað eisini hesa ferð, men eg kann ikki siga hvørjar tær verða, sigur Lars Olsen.

 ##med2##

In.fo metir at talan kann verða um at Rógvi Baldvinsson, René Shaki Joensen og møguliga Meinhard E. Olsen kom inn, meðan Heini Vatnsdal, Árni Frederiksberg og Sølvi Vatnhamar detta út.

- Hetta møguliga ein góð eygleiðing, men eg kann ikki siga hvar broytingarnar verða. Vit hugsa um tað í løtuni, sigur Lars Olsen.

Rógvi Baldvinsson var við á tíðindafundinum og tað bendir á, at hann spælir. Eisini hevur Lars Olsen sagt fleiri ferðir, at René Shaki Joensen er klárur, men bleiv spardur móti Spania. Eisini bendir alt á, at Teitur M. Gestsson fær afturval í málinum.

Størsta ivamálið er, um Lars Olsen velur at gera eina triðju broyting. Her er mest nærliggjandi, at Sølvi Vatnhamar byrjar á bonkinum fyri Meinhardi E. Olsen, ið til dagligt spælir við Kristiansund í Norra.

##ms##

Lars Olsen segði eisini, at Klæmint A. Olsen helst fær afturval, eftri at hava skorað móti Spania. Hann nevnir Patrik Johannesen sum ein góða mann, ið kann koma inn og gera mun.

Vit gita:
Føroyar (4-2-3-1) Teitur M. Gestsson – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Brandur Hendriksson, Rógvi Baldvinsson – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, René Shaki Joensen – Klæmint A. Olsen