Leggja síðstu hond á

Í kvøld byrjar so fimtanda Ovastevnan, og síðsta snøklarnir verða nú fingnir frá hondini í fyrireikingunum Stórur aktivitetur hevur verið í Nólsoy hesar seinastu dagarnar. Mikukvøldið kom Sam við tilfari til stevnuna, og so mikið nógv var at flyta um fjørðin, at skipið mátti sigla tríggjar túrar.

Nú Nólsoy er partur av Havnar kommunu, eru tað flaggstengur, flytbar WC, ljósketur og annað hjá samanløgdu kommununi, sum skal fraktast um fjørðin, umframt alt annað, tað vedrið seg útgerð til tivoli, sølubásar, pylsuvognar og annars alt tað, sum hoyrir einari stevnu til.

Tórshavnar Kommuna hevur ein fastan umsjónarmann í Nólsoy, og tá okkurt er at tríva í, plagar hann at hava tveir mans aftrat sær. Og teir hava havt úr at gera hesar dagarnar. Men nú er sum nevnt við at vera komið undir land.

Á myndini eru teir báðir, Baldwin Jacobsen og Jonhard Hansen við at festa eina flaggstong til Ærisportrið, sum er eitt av eyðkennunum fyri oynna.