Síðani fyrst í januar er stórt umvælingararbeiði farið fram har vesturi. Allur køkurin er gjørdur av nýggjum og lýkur nú øll nútímans krøv. Eisini er ymiskt annað umvælt, m.a. eru allar sengurnar í nýggjara húsinum gjørdar av nýggjum.
Lega fyri brekað
Fyrsta legan er sum vant legan fyri brekað. Hon byrjar hóskvøldið 18. mai og heldur fram til sunnudagin 21. mai. Hesar legur hava nú verið í nógv ár, og kann ikki annað sigast, enn at tær hava verið væl umtóktar. Hvørt árið hevur verið fullteknað, og ár eftir ár hava mong av teimum somu andlitunum verið at sæð.
Skráin er rættiliga umfatandi. Har verða samrøður við avvarðandi, fyrilestrar, ítriv av ymiskum slag, ríðing, svimjing, spæl, nógvur sangur og annað.
Familjulegur
Í nógv ár hava eisini familjulegur verið á skránni í Zarepta. Fimm slíkar legur verða í ár. Tær fýra fyrstu verða frá 27. mai til 23. juni og hin fimta frá 20. til 26. august. Tær byrja leygardag og enda fríggjadag. Hesar legurnar, sum eisini altíð eru fullteknaðar, eru ætlaðar foreldrum við børnum undir skúlaaldur. Tær eru eitt gott høvi hjá familjum at vera saman og hugna sær á ymiskan hátt. Skráin plagar at vera soleiðis, at fyrrapartarnar eru tveir bíbliutímar fyri foreldrunum, meðan onnur, ið eru komin vestur til tað sama, ansa eftir børnunum.
Seinnapartarnar er eingin føst skrá. Tá kunnu familjurnar gera sum tær vilja. Tíðin verður nýtt til gongutúrar, svimjing, spæl ella bert at vera saman og hugna sær.
Um kvøldarnar eru kvøldsetur og hugnaløtur.
Aðrar legur
Síðani verða legur alt summarið og út á heystið: Barna- og undómslegur, bíbliuskeið, lega fyri einlig, hjúnalegur, kvinnustevna og mansstevna.
Starvsfólk
Til alt hetta virksemið krevst sjálvandi eisini nógv starvsfólk. Brúk er fyri fólkið til køkin, matarhøllina, skrivstovuna, at vera náttarvaktir, leiðarar, vaskifólk o.s.fr. Alt hetta er sjálvboðið arbeiði.