Leiðari settur á KT-depli

? ? ?

Boðað verður við hesum frá, at Undirvísingar- og mentamálastýrið í dag hevur sett Regin Ellingsgaard, Svínáir, í starv sum leiðari í KT-deplinum undir Undirvísingar- og mentamálastýrinum.

Regin Ellingsgaard hevur m.a. tikið prógv sum lærari í 1972, heimaskiparaprógv í 1973, ársskeið í psykolog-pædagogik og Datalæru í 1975/76 og onnur skeið, sum m.a. eru innan elektronikk og dátulæru.

Regin hevur starvast innan føroyska skúlaverki síðani 1972. Regin var í farloyvi úr starvi sínum sum lærari við Felagsskúlan á Oyrabakka frá 1983-85, tá hann var undirvísari í P/f Data. Síðani 1989 hevur Regin verið lærugreinaráðgevi í teld á Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð.