Konsertir
Tað er ikki ofta at næmingar fáa høvi til at spæla eina heila konsert saman við teirra lærarum og professionellum tónleikarum.
Men hendan møguleikan fáa leikararnir í Strúkiorkestur Tórshavnar Musikkskúla hetta vikuskifti, tá ið teir skulu spæla tvær konsertir saman við strúkarum úr Føroya Symfoniorkestri.
Konsertirnar vera í dag, leygardagin, í Fríðrikskirkjuni á Toftum ogí morgin, sunnudagin, í Vesturkirkjuni í Havn.
Báðar konsertirnar byrja kl. 16.00 og tær eru ókeypis
Tað verður Bernharður Wilkinson, sum stjórnar orkestrinum.
Og tað, sum tey fara at framføra á konsertunum eru nakrar av perlunum, sum eru skrivaðar fyri strúkiorkestur. Á skránni eru Eine Kleine Nachtmusik eftir W.A.Mozart, Adagio eftir Albinoni, har Sámal Petersen er einleikari á violin, og triðju Brandenburg Concerto eftir.
J.S.Bach. Ólavur Jakobsen er høvuðssolistur og skal framføra vøkru gittar-concerto'ina eftir A. Vivaldi.
Strúkiorkestur Tórshavnar Musikkskúla byrjaði sítt virksemi í fjør, tá
ið nýggi leiðarin á Tórshavnar Musikkskúla, Bo Isholm, setti tað á
stovn. Orkestrið, sum er mannað við 12 næmingum í aldrinum 13 til 18 ár er undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, og tey venja og framføra regluliga.
Dirigenturin sigur, at eitt samstarv sum hetta, har leik og lærd spæla lið um lið, hevur stóran týdning fyri teir ungu leikararnar, tí á henda hátt læra teir at arbeiða
á einum prfessionellum støði.
? Øll verkini sum verða framførd á hesum báðum konsertunum eru krevjandi, men eisini sera gevandi fyri bæði leikarar og áhoyrarar, sigur Bernharður Wilkinson.