Men annars er ikki nógv nýtt undir sólini,summi valevni tváa sær sum vant um hendurnar ,og siga seg einki hava vitað um hetta mál fyrr enn nú,meðan onnur siga seg hava roynt at geva musikkskúlanum betri umstøður .
Vónandi liggur nakað aftanfyri alla hesa vælvild,tí fyri góðum hálvum ári síðani var trivnaðarkanning gjørd millum lærararnar ið starvast á Tórshavnar musikkskúla,og vísti hon klárt at stórur partur av læraranum hava umhugsað at finna sær annað starv.
Ein av orsøkunm til henda mistrivnað liggur í tí at bygningarnir sum Tórshavnar Musikkskúli húsast í eru lappaloysnir –og sjálvt um lærarnir hava víst stórt tolsemi og roynt at røkja sítt starv sum frægast er tolið nú við at vera uppi.
Vit fegnast øll um góðu úrslitini í Tórshavnar Musikkskúli kann vísa á,men skal henda mennin halda fram er alneyðugt at hann fær betri umstøður.
Vegna lærararáðsnevndina.