Niclas Johannesen
????
Móttøkan millum ummælarar var blandað, tá fløgan Let It Be Naked kom út nakað fyri jól. Tummil upp og tummil niður vóru ósambæriligu skoðsmálini. Hvat skal hetta vera gott fyri, spurdi onkur. Er Paul McCartney á egotrippi, nú Lennon og Harrison lyggja undir grønutorvu, spurdi annar. Endiliga fáa vit Let It Be soleiðis, sum útgávan var ætlað at ljóðað, staðfesti so tann triðji. Og fyri teir báðar eftirliv-andi beatlarnar Paul McCartney og Ringo Starr, so er ongin ivi, teir eru fegnir um nýggja útspælið.
Fyri tey flestu man talan helst bert um miklan drátt um millum lítið og onki. Á mangar hættir er talan um júst somu útgávu sum milliónir kenna sum Let It Be.
Hvat snýr tað heila seg sum um? Sambært plátufelagnum og orðunum í húsanum verður við Let It Be Naked roynt at finna aftur til upprunaætlanina við innspælinginum, sum av fyrstan tíð høvdu heitið Get Back. Paul McCartney var heitur talsmaður fyri, at The Beatles skuldu leita aftur til røturnar, spile live - uttan at studio snildir skuldu brúkast. Men bólkurin mundi kollsiglt upp til fleiri ferðir. Og útgangsstøði við eini "live plátu" við nýggjum tilfari bleiv slept, tá Phil Spector - heimskendur fyri sítt Wall Of Sound ljóð - tók um endan, aftan á at John Lennon og George Harrison høvdu biðið hann. Paul McCartney sigst ikki at hava vitað um hetta og var tað serliga viðgerðin, ið lagið The Long And Winding Road fekk frá Spector, sum McCartney síðani hevur sagt seg vera sera misnøgdan við.
Sannroynd var tað, at tá Let It Be loksins kom út í 1970, vóru The Beatles longu farnir í søgubókina sum virkandi bólkur.
Út við Spector
Størstu broytingarnar á nýggju útgávuni í mun til ta gomlu eru, at mongu strúkararnir, kór og produktiónssnildir annars hjá Phil Spector eru beindar av vegnum. Ístaðin fær lurtarin sjálvar grundinnspælingarnar, soleiðis sum tær sambært Paul McCartney og Ringo Starr, upprunaliga vóru ætlaðar at vera. Størsti munurin hoyrist á løgunum The Long And Winding Road og Across The Univers. Raðfylgjan av løgunum er broytt, og tað hoyrist, at kýnt hevur verið fyri upptøkunum. Ljóðið á nýggju upptøkuni er munandi betri enn á upprunaútgávuni. Lennon klassikarin Don?t Let Me Down er komin við, meðan annars so eyðkenda fjantið og prátið millum løgini er tikið av. Haraftrat eru stuttu sangbrotini Maggie May og Dig It ikki við á nýggju útgávuni.
Í kjalavørrinum á nýggju fløguni eru sum nevnt ummælini komin. Her er knívskorið, fyri og ímóti. Hví skal Let It Be gevast út umaftur? Spyrja skeptikararnir, og fleiri enn ein ákæra Paul McCartney fyri at royna at umskriva søguna hjá The Beatles. Tað var hansara hugskot, at The Beatles skuldu leita aftur á slóðina og spæla live - sum í gomlum døgum - uttan produktiónssnildir. Men soleiðis endaði tað ikki.
Aftur á slóðina
Vit spola aftur til heystið 1968. The Beatles eru júst lidnir við møðsomu upptøkurnar av The White Album. Her hevði tað so vælkenda samanhaldið millum teir fýra limirnar í bólkinum hevði fingið eitt skot fyri bógvin. Onki er av álvara tað sama aftan á, at teirra managari Brian Epstein er funnin deyður, og nú arbeiða beatlarnir í fleiri førum hvør í sínum lagi í ymsum studiohølum í Abbey Road við teirra egnu løgum. Kvinnurnar eru komnar upp í leikin - og krevja teirra rætt. Yoko Ono er til allar tíðir at finna beint undir liðini á John Lennon. Eisini tá arbeitt verður. Bólkurin er við at syndrast. Teir ásanna sjálvir, at her er stígur komin í.
Hóast hetta, so gongur bert stutt tíð eftir, at The White Album er liðugt innspælt, til bólkurin aftur fer í arbeiðsklæðini.
Góðu ætlaninar skuldu vísa seg at gerast daprasta kapitullið í søguni hjá The Beatles.
Produsarin George Martin hevur sagt frá, hvussu hann helt, at beatlarnir komu við einum frálíkum hugskoti um, hvussu teirra komandi pláta skuldi gerast. "Teir vildu skriva og venja so mikið av tilfari, at nóg mikið var til eina plátuútgávu. Síðani ætlaðu teir at framføra tilfarið á eini stórfingnari konsert. Flestu fólkini, sum spældu live, framførdu gamalt, kent tilfar. ?Latið okkum framføra eina fullkomiliga nýggja plátu, sum ongin hevur hoyrt áður?. Hetta var eitt frálíkt hugskot, helt eg. Trupulleikin var bara, at í Onglandi kundi tú ikki hava eina uttandurakonsert í februar mánað."
John Lennon, bersøgin sum altíð, er endurgivin fyri at skula hava sagt við George Martin, at her fór ikki ?at vera brúk fyri nøkrum av tínum produktiónslorti? á nýggju útgávuni. Paul McCartney var tann, sum var allar heitast fyri, at The Beatles aftur skuldu ganga aftur á somu slóð, sum í gomlum døgum, áðrenn studioupptøkurnar leiddu teir út í stóru eksperimentini á plátunum sum Revolver og Sgt. Peppers Lonely Hearts Clubs Band.
Filmur gerast
Eftir nakað av togan aftur og fram, hvussu gerast skuldi, varð gjørt av, at venjingarnar skuldu takast á film. Fyri at filmsfólkini eisini skuldu kunna arbeiða, varð gjørt av at fara í Twickenham Studio at arbeiða. Hetta skuldi vísa seg at vera eitt vánligt val. Talan var um ein stóran, kaldan betongbygning, har líkindini fyri nærveru og íblástri vóru ússalig.
Sama var við hýrinum.
George Harrison, sum hevði hildið jól saman við Bob Dylan og The Band í USA, var alt annað enn glaður fyri at vera lendur aftur í gomlu mylnuni. Hann hevði rúgvu av nýggjum løgum, men helt ikki, at hinir - Lennon og McCartney - vístu teimum nóg stóran ans. Á filminum er eisini væl dokumenterað, hvussu Harrison ikki tímir at taka ímóti ?vælmeintum? ráðum frá McCartney um, hvussu onkur guitarpartur skal spælast.
Høvuðsorsøkin til, at hann kortini pakkaði saman og takkaði fyri seg mitt undir innspælingunum, sigst tó vera, at George var alt annað enn glaður fyri standin sum Lennon var í. John Lennon og Yoko Ono vóru bæði herion misnýttarar um hetta mundið. Let It Be innspælingarnar gingu fyri seg um sama mundið, sum Lennon og Ono byrjaðu at arbeiða saman við teirra avant garde list, og Lennon hevur sjálvur sagt, at nýggju avbjóðingarnar í Lennon/Ono høpi góvur honum meira stimbur enn eftir væl kendu rutinurnar í tí eftirhondini gomlu Beatles mylnuni.
Tey, ið hava hoyrt gomlu ráondini frá Let It Be innspælingunum siga seg ikki ivast í, at George Harrison var tann, sum hevði ringast við at góðtaka, at Yoko Ono nú var fremri í huginum hjá Lennon enn nakar annar. Úrslitið av elendiga standinum var, at George tann eina dagin takkaði fyri seg, rýmdi við orðunum "See you around the clubs" (John Lennon skal hava sagt "so fáa vit bara Eric Clapton uppí"). Tveir dagar seinni var kreppufundur á Apple skrivstovuni hjá The Beatles. Men aftur hesaferð fer Harrsion á dyr, tá Yoko byrjar at úttala seg vegna John. 15. januar 1969 er aftur fundur á skránni og her var ein loysn kortini funnin, soleiðis at hildið varð á við innspælingunum. George Harrision kom uppíaftur. Men treytin var, at teir skuldu út úr køldu barakkini Twickenham. Harrison, sum allatíðina hevði verið ivasamur um livekonsertina, fekk eisini sín vilja. Ongin konsert fór at vera. Haraftrat hevði Harrison hitt gamla tónleikavinnin frá Hamburg døgunum, Billy Preston, sum hevði spælt við Ray Charles í London eitt kvøldið. Harrison bjóðaði Preston við í studio, tí ?hinir allir uppføra seg so løgið?. Soleiðis endaði Preston við at spæla á Let It Be upptøkunum.
Arbeiðslíkindi batnaðu. Allir vildu vísa sína bestur síður, nú Preston var gestur. Teknikkarin Glyn Johns minnist, at hýrurin var góður seinastu tvær vikurnar og skuldi John Lennon havt verið rættiliga í essinum - munnkátur við síni bítandi sarkasmu. Sjálvur hevur Lennon tó altíð prátað um nakrar "ússaligar vikur", har hýrurin var í botni.
Get Back vrakað
Glyn Johns, sum hevði gjørt vart við seg sum ljóð teknikkari hjá hart spælandi bólkum sum The Rolling Stones og Small Faces, var biðin um at standa fyri upptøkunum. Avgjørt var, at Johns skuldi einsamallur standa fyri upptøkunum, meðan venjingarnar fóru fram, síðani skuldi George Martin koma upp í leikin, tá ætlaða konsertin skuldi framførast. Tá hinir so fylgdu treytunum frá Harrison um, at ongin konsert skuldi verða, varð roynt at gera eina útgávu burtur úr venjingunum. Glyn Johns stóð fyri hesum arbeiðnum, men tá til stykkis kom, so ynskti ongin í bólkinum, at Get Back skuldi gevast út. Her manglaði nærvera, samstundis sum tað hoyrdist alt ov væl, at tað mesta av upptøkunum vóru ikki annað enn hálvgóðar venjingar.
Sostatt endaðu upptøkurnar við at 32 spolar við bandi á hillunum í Abbey Road studio. Ongin orkaði at hugsað um, hvussu ein Beatles útgáva kundi spyrjast burtur úr hesum.
Tað var John Lennon, sum saman við George Harrison og nýggja managaranum Allen Klein í mars 1970 fekk koblaðan Phil Spector á Get Back upptøkurnar. Lennon hevði upplivað, hvussu Spector arbeiddi, tá hann produserað singlelagið "Instant Karma", og hann var bergtikin. Sama var Harrison, sum spældi við á lagnum. "Ger sum tú vilt", skal Lennon hava sagt við Spector. Og soleiðis fór amerikanski produsarin í holt við at royna at bjarga leivdunum av Get Back innspælingunum.
Trupulleikin var bara tann, at hvørki Paul McCartney ella uppruna produsarin George Martin vistu av nøkrum. Hvat síðani hendi er ikki púra greitt. Spector vil vera við, at allir - skrivliga - góðtóku hansara arbeiði - ið loksins bleiv til útgávuna Let It Be. Og hann hevur eisini víst á, at McCartney var ikki verri foreintur enn so, at hann tók ímóti Grammy virðisløn fyri Let It Be seinni tað árið.
Paul McCartney skal hinvegin hava roynt at steðga útgávuni beint áðrenn hon kom út, tí hann var sera misnøgdur við The Long And Winding Road.
Yoko Ono hevur í nýligari samrøðu sagt, at John Lennon tók avgerðina um at fáa Spector uppí, tí hann ? hóast ringa arbeiðslagið ? framvegis brýggjaði seg um tónleikin. Hann vildi ikki, at The Beatles skuldu geva nakað lort út ? og hann metti, at Phil Spector kundi bjarga kollsigldu ætlanini.
Sjálvur segði Lennon um arbeiðið hjá Spector av Let It Be (vit droppa umsetingina): "He was given the shittiest load of badly recorded shit with a lousy feeling to it ever, and he made something out of it. He did a great job."
Nú er Let It Be bjargað enn einaferð. Naked er lagt aftrat heitinum. Hvør er so tann betra? Sum altíð, veldst tað um oyrað sum hoyrir, so vit fara at endurgeva fýra ummælarar, ið hava hvør sína uppliving av nýggju útgávuni.
??????
Ummælarar siga og mótsiga:
"Vanligir lurtarar munnu undrast á, hvat allur hávin snýr seg um, og skulu heldur halda seg til upprunaútgávuna. Og Beatles fanatikarar vera eftir øllum at døma vónbrotnir av, at Naked hevur so lítið til felags við ?bootlegg? upptøkurnar av Get Back - sum, av røttum ella órøttum, veruliga vóru naknar - og Naked er líka so nógv ein tulking av nøkrum innspælingum, sum versjónin hjá Spector var tað. ?Let it Be? Not a chance?."
Anthony Decurtis,
Rolling Stone Magazine
"Puristar vildu helst sagt, at tað er sum at pilka við Mona Lisu at fara afturumaftur at arbeiða við uppruna Beatles útgávu. Men við Let It Be er tað meira ein spurningur um at fáa tatovering burtur....The Long and Winding Road - besta lagið á fløguni - er loksins sloppin leysur av teimum strúkarum, sum kvaldu lagið í meira enn tredivu ár. Men tú fært eisini nývaktar versjónir av Get Back, Let It Be, Across the Univers, I Me Mine og øðrum."
Darryl Sterdan,
Jam Music
"Spector skilti, at sangir sum Two Of Us, The Long And Winding Road, One After 909 og I?ve Got A Feeling høvdu tørv á allari tí hjálp, sum veitast kundi. Avklæddir niður á teirra vertshús rock innihald, verða hesir sangirnir eirindaleyst avdúkaðir sum 2. floks sangir....Lukkutíð er Let It Be framvegis til sølu. Hóast øll lýtini, so er tað framvegis tann veruliga versjónin."
John Alzlewood,
Q Magazin
"Tað, sum vit hoyra fyri fyrstu ferð, er ein nøktandi dokumentatión av innspælingunum...og í hesum nýggja samanhanginum skýna hesir sangir bjartari enn nakrantíð. Summir eru, fyri fyrstu ferð, beinleiðis vakrir."
Jim Irvin,
Mojo Magazine