Nornan hon spinnur vár lagnutráð
bæði við liðum og høllum á,
fáu fær tráðin heilt slættan
ein táttur er silvur,
ein annar er gull,
tann triði ein tárakelda so full
tó spinnur hon tráðin rættan
tí hann ið gav okkum lív og ond
heldur í spunalag heldur um hond,
so hansara leið vit finna.
Tað kann av sonnum sigast, at tann síðsti teinurin á lívsleið hen nara var sum tann triði tráðurin í ørind inum, ein tára kelda so full.
Men soleiðis kann lagnan falla so ymisk frá fólki til fólk. Men fáur sleppur tó heilt óskalaður í lívsins leiki. Tað er, sum maðurin segði: Eingin sleppur livandi frá lívinum.
Eg kom at kenna Hannu, tá ein av brøðrum mínum giftist við dóttur hennara, tað eru mong ár síðan nú.
Eg havi mangan sitið væl inni hjá henni.
Tað er soleiðis, at nú havi eg verið sjómaður, plagdi tí at egna hana við onkrum úr sjónum, tá tað lá fyri, og tað var hon sera fegin um.
Tá eg soleiðis kom á gátt, var hon skjót við kannuni, og gávur at siga frá hevði hon góðar, so tað var hugnaligt at sita við tekoppinum í hondini og hoyra hana greiða frá.
Tá ein so fór av aftur gáttini, so hevði ein altíð einar ullintar hosur í hondini. Sum hon altíð segði: »Ein tænasta er aðra verd«, og so legði hon afturat: »Ein sjómaður má vera heitur um beinini.«
Seinastu ferð eg var á hennara gátt, tá gekk tosið ikki so lættliga, sum tað hevði gingið áður, tí tá hevði lagnan víst seg frá síni beisku síðu.
Tá eg segði henni farvæl, segði hon, at nú orkaði hon ikki at taka fleiri bakkøst, men alt stendur tó í Guds hond.
Tað gekk ikki meir enn ein góð vika, so kom tað størsta grunnbrotið, og hetta varð so hennara bani. Hon kom ongantíð fyri seg aftur.
Tað er við takksemi til hennara, sum nú hvílur undir moldum, at eg skrivi hesar fáu reglur.
Væl verma allar hosurnar, eg fekk frá henni.
Nú er hon komin í lívd av øllum brotasjógvum og hevur lagt at í tí himmalsku støðni. Tann stóri støðleiðarin hevur tikið um hond hennara og leitt hana inn í aldingarðin, har glaðir fuglar láta.
Má Harin styrkja tykkum, sum eftir sita.
Friður veri við minninum um Hannu í Selvindi.
Jóhan Karl