Nú kappingarlok verður til stóru evropeisku kappingarnar, so byrja leysasøgurnar veruliga at fara á rull.
Enska blaðið "The Telegraph" skrivar, at upprunaliga var amerikanska felagið L.A. Galaxy favorittur til at ogna sær undirskriftina hjá svenska stórspælaranum, Zlatan Ibrahimovic, men nú er Manchester United favorittur til at ogna sær undirskriftina hjá 34 ára gamla Zlatan Ibrahimovic.
Treytin skal tó verða, at José Mourinho tekur yvir venjarastarvið í Manchester United. Zlatan hevur áður samstarvað við Mourinho í italska felagnum Inter, og vil heldur enn gjarna sleppa at samstarva við hann aftur.
- Zlatan hevur fingið tilboð úr fleiri londum. Men hann hevur tikið avgerð um, at hann aftaná at hava spælt í Fraklandi, Italia og Spania skal royna seg, sum yrkisspælari í Onglandi. Zlatan heldur, at hann hevur tað, sum krevst fyri at kunna spæla í tí hørðu ensku liguni, sigur umboðsmaðurin hjá Zlatan, Mino Raiola við The Telegraph.
The Telegraph staðfestir, at samráðingar hava verið millum Mino Raiola og Manchester United.
Zlatan og Mourinho eru tvær stórar persónligheitir, og nú er møguleiki fyri, at tvey tey størstu ego´ini í evropeiskum fótbólti verða at finna í Manchester.