Jákup á Borg, sum telist millum teir royndu spælararnar á landsliðnum, hevur langt frá mist mótið um, at føroyska landsliðið kann fáa góð úrslit í framtíðini.
- Tað er tungt at tapa tveir dystir 6-0, men tá ið eitt nýtt lið skal spælast saman, so kemur slíkt fyri. Vit eru ikki nóg væl samanspældir enn, men eg havi stórar vónir til hetta liðið, sigur hann.
- Eg trúgvi, at hetta kann blíva eitt sera gott lið, og tað eru nógvir góðir spælarar á veg. Tað nyttar sjálvandi ikki bara at verða góður fótbóltsspælari, tað skal eisini ein stórur innsatsur til hvørjaferð, og ímóti Georgia kundu vit givið meira, men tað var frægari ímóti Skotlandi, hóast vit aftur taptu stórt.
Jákup á Borg heldur, at dysturin gekk nógv verri, enn nakar hevði roknað við frammanundan.
- Vit vistu væl, at Skotland hevur tikið seg nógv fram. Teir hava spælt væl í seinastu dystunum, og tí roknaðu vit við einari truplari uppgávu. Men harfrá og so til at verða aftanfyri við 5-0 í hálvleikinum, tað var forferdiligt, sigur hann.
- Eg dugi ikki rættiliga at siga, hvat gekk galið. Teir fingu tvey rættiliga bílig straffir, og tað koyrir okkum eitt sindur niður. Tað bleiv tungt eftir tað.