Arendal endaði á triðja plássinum

John Frederiksen megnaði bert at skjóta eitt mál fyri Arendal hetta kappingarárið

John Frederiksen slapp ikki á vøllin tá lið hansara, Arendal spældi tann seinasta dystin í triðbestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Arendal spældi javnleik 1-1 móti Kjelsås á heimavølli í seinasta dystinum hjá liðnum í 2023.

 

Arendal endaði á einum triðja plássi við 44 stigum. Heili 18 stig eru upp til Lyn Olso, ið er næstfremst við 62 stigum. Lyn sleppur at spæla Play Off dystir um uppflyting.

 

Gamla liðið hjá Patriki Johannesen, Egersund endaði fremst við 62 stigum, men við betri málmuni enn Lyn. Egersund flytur tí upp í næstbestu deildina.

 

Persónliga gekk ikki nakað serliga væl hjá John. John skoraði bert eitt mál í teimum 16 dystunum, har hann fekk spælitíð hetta farna kappingarárið.