Liðið hjá Kaj Leo er í stórum niðurflytingarvanda

Nú bert eitt umfar er eftir at leika er Njarðvík bert ein frægari málmun enn Selfoss frá at flyta niður í triðbestu fótbóltsdeildina í Íslandi

Tað stendur á gomlum nøglum hjá liðnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Kaj Leo og liðfelagarnir í Njarðvík taptu í dag 2-4 (1-2) fyri oddaliðnum, Akranesi á heimavølli. 

 

Nú er bert eitt umfar eftir at leika í deildini, og tað er bert ein frægari málmunur sum ger, at tað er Selfoss og ikki Njarðvík, ið er á einum niðurflytingarplássi.

 

Tað stendur millum fimm lið at stríðast um at sleppa undan at fylgja Ægir niður í triðbestu deildina. 

 

Komandi leygardag hevur Njarðvík torføran útidyst móti Fjølnir. Tapir Njarðvík tann dystin mugu teir hava hjálp frá Vestri at vinna á Selfossi. 

 

Þróttur og Grótta hava nógv betur málmun enn Njarðvík og Selfoss, um tað verður málmunurin sum avger niðurflytingina.

 

Kaj Leo hevur roynt nógv í íslendskum fótbólti. Hann hevur roynt at vunnið meistaraheitið við FH og Vali, og hann hevur vunnið steypakappingina við ÍBV. Hann hevur roynt at flutt niður úr bestu deildini við Akranesi, og nú er hann í vanda fyri at flyta niður í triðbestu deildina við Njarðvík. 

 

Støðan:

 

NrLiðDystirVJTMálmunurStig
1Akranes21144350:3046
2Afturelding21134459:3143
3Fjölnir21116451:3239
4Vestri21106535:2536
5Leiknir R.21102942:3732
6Grindavík2184927:3528
7Þór20731024:3824
8Grótta2058732:3323
9Þróttur R.21651043:4523
10Njarðvík21651036:4323
11Selfoss21721236:4723
12Ægir21231623:629