Liðið hjá Mariu vann - greið tap til liðini hjá Janu og Súnu

Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Maria P. Nólsoy stóð seg sera væl í heimasigrinum hjá Horsens (Mynd: Ritzau Scanpix)

Trý føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens vunnu í kvøld fyrstu stigini hetta kappingarárið við 31-26 heimasigri á Silkeborg-Voel KFUM. Í steðginum var Horsens frammanfyri 18-12.

 

Maria stóð seg sera væl í kvøld. Hon skoraði seks mál upp á átta málroyndir, og hon legði eisini upp til fýra mál (assist). Harumframt vann hon liðnum eitt brotskast. 

 

Horsens hevur tvey stig fyri fimm dystir. 

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg taptu greitt á útivølli 22-33 fyri verandi meistarunum, Odense. Tað hilnaðist frægari hjá Viborg í fyrra hálvleiki. Í steðginum var heimaliðið á odda 14-11.

 

Jana skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir, og hon legði eisini upp til tvey mál. Jana vann eisini liðnum eitt brotskast.

 

Viborg hevur seks stig fyri fimm dystir, og er fjórðfremst í deildini.

 

Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg fingu oyruni í maskinuna, tá tær á útivølli í Esbjerg tapti heili 23-43 fyri toppliðnum. Tað stóð nakað frægari til í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Esbjerg frammanfyri 18-12.

 

Súna skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir, og hon legði upp til eitt mál.

 

Aftaná fimm dystir hevur Skanderborg framvegis fyrsta stigið til góðar í kappingini. 

 

 

 

 

 

Maria P. Nólsoy stóð seg sera væl í heimasigrinum hjá Horsens (Mynd: Ritzau Scanpix)