Í kvøld er fagnaðurin stórur í Eysturkommunu, har hvørt mansbarn fylgir Víkingi.
U19-liðið hjá Víkingi skrivaði í kvøld søgu við at vinna 4-1 á Narva Trans úr Estlandi á Tórsvølli í UEFA Youth League. Fyrri dysturin í Estlandi endaði við 1-0 sigri til Narva.
Dávid á Líðarenda legði Víking á odda 11 minuttir undan steðginum. Tá seks minuttir vóru leiktir av seinnu hálvleiki fekk Víkingur brotsspark. Arnór Brandsson brendi, men lukkutíð var hann skjótur á returinum, og fekk beint bóltin í málið til 2-0. Jacob Bacalso økti til 3-0 fýra minuttir seinni, og tá var Víkingur samlað á odda 3-1. Í 74. minutti kom spenningur í aftur um samlaða úrslitið, tá estiska liðið minkaði um munin, men sjey minuttir seinni punkteraði Bogi á Reynatrøð tann spenningin, tá hann økti til 4-1.
Hagtølini: Royndir á málið hjá mótstøðuliðnum søgdu 20-13 til Víking. Og hagtølini: Royndir innanfyri málrammurnar søgdu 8-4 til Víking.
Í komandi umfarinum møtir Víkingi belgiska liðnum Genk. Spælt verður á útivølli 22. oktober, og á heimavølli 5. november.
In.fo ynskir Víkingi hjartaliga tillukku við søguliga bragdinum.