SMS: H71 vann fimmmálssigur á Eiði

Ein dystur er leiktur í SMS-deildini í kvøld

Mynd: HSF

Farna vikuskiftið leikti H71 dyst í European Cup móti niðurlendska liðnum, Fortres Venlo, ið tær taptu tepurt 39-40 aftaná longda leiktíð.

 

Í kvøld komu hoyvíkskvinnur á sigurskósina aftur. Í dysti í SMS-deildini vann H71 í kvøld 29-24 á EB í høllini á Eiði. Í steðginum var H71 á odda 15-12.

 

Nadja Pejovic og Sanja Pajic vóru toppskjúttar hjá EB við sjey málum hvør. Toppskjútti hjá H71 við seks málum var Fjóla Skaalum Vilhelm.

 

H71 hevur fýra stig fyri tveir dystir. EB hevur tvey stig fyri tríggjar dystir. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum EB og H71:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: HSF