Trump og Putin hava tosað í hálvanannan tíma

Í samrøðu við Putin skal Trump hava sagt, at ein avtala, sum kann enda kríggið, er nær við, sigur ein russiskur ráðgevi.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, og amerikanski forsetin, Donald Trump, tosaðu í telefon. (Savnsmynd). - Mynd: Olga Maltseva, Saul Loeb/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski forsetin, Vladimir Putin, hava tosað í saman telefon í hálvanannan tíma.

Tað upplýsti ráðgevin hjá Putin, Juri Ushakov, í dag, sambært Reuters.

Sambært ráðgevanum legði Putin fram uppskot um loysn á amerikansku ósemjuni við Iran um kjarnorkuætlanina.

Russiski forsetin legði eisini upp til fyribils vápnahvíld í Ukraina fyri at markera ársdagin fyri endan av seinni heimsbardaga.

Putin hevur áður boðað frá líknandi fyribils vápnahvíld, men sum ikki varð avtalað við Ukraina.

Harumframt skal Trump sambært ráðgevanum hava sagt við Putin, at ein avtala, sum kann enda kríggið í Ukraina, er nær við.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, váttaði eisini samrøðuna í dag. Eins og ráðgevin hjá Putin sigur Trump, at Russland legði upp til at hjálpa til við ósemjuni um kjarnorkuætlanina hjá Iran.

Trump sigur tó, at hann segði við Putin, at hann hevði størri áhuga í, at russiski forsetin setti fokus á at loysa kríggið í Ukraina fyrst.

Samrøðan millum forsetarnar báðar er fyrsta almenna samrøðan millum leiðararnar síðani 9. mars Prátið segðist hava verið bæði vinaligt og vinnuligt, stendur í fráboðanini.

Fráboðanin um telefonsamrøðuna í dag kemur eftir, at Donald Trump sunnudagin segði, at hann hevði havt “góðar samrøður” við bæði russiska forsetan, Vladimir Putin, og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky.

Hetta segði hann í samrøðu við Fox News, men uttan at upplýsa, nær hesar samrøður skuldu hava verið.

– Vit arbeiða við russisku støðuni, Russlandi og Ukraina, segði Trump.

– Hatur millum Putin forseta og Zelensky forseta er láturligt. Tað er tápuligt. Og hatur er eitt ringt ting. Hatur er ringt, tá tú roynir at loysa okkurt, men tað fer at henda.

Samráðingarnar undir leiðslu av USA um at enda kríggið í Ukraina eru í stóran mun steðgaðar síðani kríggið í Iran byrjaði 28. februar.

Russiskir og ukrainskir semingsmenn hava ikki hitst síðani februar í Geneve, har seinastu samráðingarnar endaðu uttan stórvegis gjøgnumbrot í at fáa enda á krígnum, sum byrjaði, tá Russland herjaði á Ukraina í 2022.

Zelenskyj segði fyrr í apríl, at amerikanskir friðarsamráðingarmenn "hava onga tíð til Ukraina" orsakað av krígnum í Iran.

Tað sigur hann við týsku sjónvarpsrásina ZDF, skrivar AFP.

Ritzau/Reuters

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, og amerikanski forsetin, Donald Trump, tosaðu í telefon. (Savnsmynd). - Mynd: Olga Maltseva, Saul Loeb/Ritzau Scanpix