Í sambandi við runda dagin heiðrar grønlendska fiskivinnufelagið báðar fyri drúgva og trúgva tænastu umborð á trolaraflotanum.
– Tað hevur verið ein heiður at vera við til at útbúgva grønlendskar fiskimenn til yvirstýrimenn og skiparar á okkara skipum, sigur Linjohn Christiansen í einari heilsan frá Royal Greenland.
Hann sigur, at tað altíð hevur ligið honum nógv á hjarta at menna og varðveita eina sterka grønlendska manning.
Sambært Royal Greenland hava Finnur Johansen og Linjohn Christiansen verið ein týðandi partur av trolaraflotanum í fýra áratíggju.
Teir hava ikki bara siglt, men eisini verið við til at menna nýggj skip og læra upp nýggjar starvsfelagar.
– Takk fyri tykkara stóra innsats og trúfesti gjøgnum mong ár, skrivar Royal Greenland í heilsanini til teir báðar.











