Tað upplýsir Robert Brovdi, sum stendur á odda fyri ukrainsku dronuverjuni, sambært Reuters.
Azovhavið liggur millum Ukraina, Russland og Krim-hálvoynna.
Ukraina hevur seinastu tíðina økt munandi um álopini á russisk skip í báðum havøkjunum.
Fríggjadagin í síðstu viku segði Robert Brovdi, at ukrainskar deildir higartil í juli høvdu framt álop á 159 russisk skip í Svartahavinum og Azovhavinum.
Reuters skrivar, at upplýsingarnar frá ukrainsku síðuni ikki eru váttaðar óheft.
Kríggið til sjós er vorðið ein týðandi partur av stríðnum millum Russland og Ukraina. Serliga hevur Ukraina brúkt dronur og aðrar ómannaðar eindir til at raka russisk skip og hernaðarligar veitingarleiðir í økinum.











