VIDEO: Venjarin hjá Kauno Zalgiris grenjar um graslíkið í Klaksvík

(Video) Síggj og hoyr samrøðu við kroatiska venjaran hjá Kauno Zalgiris

Tey sum vóru til dystin KÍ-Kauna Zalgiris, ella sóu dystin á rásini hjá KÍ vóru ikki í iva: KÍ skuldi vunnið fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Champions League.

 

Men tað endaði 0-0, og nú má KÍ stríðast fyri at vinna returdystin í Kaunas í Litava um eina viku. 

 

Høvuðsvenjarin hjá Kauna Zalgiris, Željko Sopič, ið er úr Kroatia brúkti nógva tíð at fokusera upp á, og grenja um, at talan er um ein graslíkisvøll við Djúpumýru í Klaksvík. Tað eru annars rættiliga nógvir graslíkisvallir í baltisku londunum, og ikki minst í norðurlendsku grannalondunum.

 

Željko Sopič fokuseraði eisini í samrøðuni YouTube-rásin hjá Kauna Zalgiris hevði við hann á enskum, á hvussu lítil vøllurin er við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Željko Sopič segði seg ikki verða yvirraskaðan av KÍ, og spæliætlan teirra. 

 

Željko Sopič staðfestir tó, at talan er um eitt: "Jaligt úrslit", og hann er vónríkur um ein sigur á einum størri vølli í Kaunas. Drúgvu evropeisku royndirnar hjá KÍ koma honum ikki til hugs. 

 

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna YouTube-rásin hjá Kauna Zalgiris hevði við Željko Sopič:

 

##med2##