Lítil vandi fyri at hantavirus breiðir seg um okkara leiðir

Vandin fyri, at eitt hættisligur frábrigdi av hantavirus fer at breiða seg um okkara leiðir, er lítil.

Her sæst ferðafólkaskipið MV Hondius við bryggju í Vági í 2024. Tað er umborð á hesum skipið, at sjúkan hevur spreitt seg, sum stóðst av eium hættisligum frábrigdi av hantavirus

Tað sigur Lasse Vestergaard, leiðandi lækni á Deildini fyri smittufarsótt og fyribyrging á Statens Serum Institut í Danmark (SSI), eftir at eitt deyðiligt útbrot av hantavirus er funnið á einum ferðamannaskipi.

– Hóttanin er, at smittað ferðafólk frá skipinum ella teirra nærmastu sambond koma higar og spjaða smittuna.

– Váðin er lítil, men tað er týdningarmikið at spora møguliga smittað fólk frá skipinum, sigur hann.

Lars Jørgen Østergaard, leiðandi lækni á Århus Universitetssjúkrahúsi og professari í smittandi sjúkum, avsannar eisini, at hóttanin um virusútbrot í Danmark er komin nærri.

12. september í 2024 vitjaði MV "Hondius", har smittan nú er umborð, í Føroyum. 

Tað legði at bryggju í Vági, og umborð vóru 115 ferðafólk.

MV Hondius er 108 metrar langt og tekur upp til 196 ferðafólk og manningin telur 70.

 

Her sæst ferðafólkaskipið MV Hondius við bryggju í Vági í 2024. Tað er umborð á hesum skipið, at sjúkan hevur spreitt seg, sum stóðst av eium hættisligum frábrigdi av hantavirus