Tíðindaskriv:
Thetis varð stovnað í 2016 við endamálinum at veita álítandi, dygdargóðar og skjótar heilsufrøðiligar kanningar umframt góða og smidliga tænastu. Fyritøkan er akkrediterað sambært DS/EN ISO/IEC 17025:2017 og arbeiðir við mikrobiellum og kemiskum kanningum umframt eDNA-sekvensering burturav. Kanningar fevna m.a. um vatn, matvørur og reinhald, og kundaskarin umfatar alivinnu, fiskivinnu, framleiðsluvirkir, kommunur o.o.
Undir koronafarsóttini 2020-2022 hevði Thetis ein týðandi leiklut. Í samstarvi við Føroya Landsstýri framdi fyritøkan allar kanningar við landamørkini og meginpartin av innanlandskanningunum. Í 2020 fekk Thetis heiðurin Ársins Íverkseti og í 2021 heiðurin vinnuátakið.
Í 2023 flutti Thetis inn í nýggja, hátøkniliga kanningarstovu á Heiðavegi 53. Í dag starvast sjey fólk í fyritøkuni við breiðari fakligari útbúgving og drúgvum royndum innan kanningarstovuarbeiði.
Vit gleða okkum til at síggja kundar, samstarvsfelagar, fyrrverandi starvsfelagar, familju og onnur áhugaði til hugnaligan 10 ára føðingardag hjá Thetis fríggjadagin 8. mai kl. 14-17 á Heiðavegi 53 í Saltangará - Hjartaliga vælkomin øll somul.










