Liverpool ikki kinesiskt

Liverpool er í stórum fíggjarligum trupulleikum og hevur eina skuld á yvir tríggjar milliardir krónur. Núverandi eigarnir, teir báðir óynsktu amerikumenninir Tom Hicks og George Gillett, hava ikki ráð at reka felagið longur og tí er Liverpool sett til sølu.

 

Í eina tíð hevur eitt kinesiskt íleggjara felag, QSL Sports við Kenny Huang á odda, verið í samráðingum við Liverpool um at yvirtaka felagið. Sambært Kenny Huang, so hevur kinesiska íleggjarafelagið eina rúgvu av peningi og er sinna at brúka nógvar pengar uppá Liverpool.

 

- Vit høvdu eina ætlan, sum hevði tryggja Liverpool ein nýggjan leikvøll, umframt betri umstøður til at fáa betri úrslit á vøllinum, sigur Kenny Huang.

 

Tað er óvist akkurát hvat tað er, sum hevur gjørt at QSL Sports ikki er áhuga í at keypa Liverpool longur. Onkur vil vera við, at tað er prísurin, ið Tom Hicks og George Gillett, vilja hava fyri Liverpool. Onnur siga at leiðslan í Liverpool hevur brúkt ov nógva tíð at fáa handilin upp pláss, meðan tey skeptisku siga, at Kenny Huang og QSL Sports, ikki hava so stóran áhuga í Liverpool sum fótbóltslið, men heldur sum eina inntøku.

 

Liverpool skyldar Royal Bank of Scotland yvir tvær milliardir krónur, sum skulu gjaldast áðrenn 6. oktobur í ár.