Meðan tvey tey ovastu á støðutalvuni – Arsenal og Manchester City – fyrr í dag vunnu tryggar heimasigrar, so megnaði liðið á fjórða plássi ikki at vinna fulla úrtøku.
Liverpool hevði vitjan av Aston Villa, og tað spældi ikki soleiðis av hjá heimaliðnum, sum tað varð roknað við. Úrslitið var 2-2, eftir at Aston Villa eina løtu í 1. hálvleiki var frammanfyri 2-0!
Kring tann hálva tíman skoraði Aston Villa tvær ferðir. Andreas Weimann og Christian Benteke skoraðu fyri Birmingham felagið, áðrenn Daniel Sturridge minkaði um munin í síðsta minutti undan steðginum.
Átta minuttir eftir hvíldina javnaði liðformaðurin Steven Gerrard. Men Liverpool megnaði ikki heilt at venda hóttandi tapinum. 2-2 var vónbrot fyri favorittarnar, sum harvið mistu týdningarmikil stig í royndini at vinna sær rættin at taka lut í europeisku meistarakappingini næsta summar.
Liverpool hevur á fjórða plássi 43 stig. Tað eru trý stig fram til Chelsea, sum skal í eldin í morgin, og tað eru tvey stig aftur til Everton, sum eisini skal spæla í morgin.