Fyri stuttari tíð síðani legði fyrrverandi Liverpool leikarin, John Arne Riise, skógvarnar á hillina, eftir eina stórbæra fótbóltskarrieru, har hann spældi fyri feløg sum Monaco, Liverpool, AS Roma og Fulham.
Men norski fótbóltsspælarin er ikki givin so við ítróttinum. Nú er hann nevniliga farin at íðka eina aðra ítróttargrein.
Til JP Poker Masters kappingina í Dublin í gjár, var John Arne Riise millum teir 256 luttakararnar í kappingini, og hann gjørdi bart. Hann endaði nevniliga nummar tvey av teimum 256 luttakarunum, soleiðis at hann vann gott og væl 130.000,- krónur fyri kappingina.
Í viðmerking við norska sjónvarpið, Tv2, segði John Arne Riise eftir kappingina.
- Tá vit vóru fýra eftir í kappingini, fekk eg bjóða pengar fyri at geva meg. Tað sigur eitt sindur um hvussu stór hendan kappingin er. Men eg takkaði nei, tá mín drívkraft altíð hevur verið at kappast og at vinna, sigur John Arne Riise.
John Arne Riise viðurkennir eisini, at hann nú ætlar sær at fara allan vegin innan poker.
- Eg havi altíð elska kappingarumhvørvið rundanum poker. Og nú havi eg bæði víst yvirfyri mær sjálvum og øðrum, at eg havi nakað at gera í umhvørvinum. Nú er málið at koma uppaftur longur, og til endans at verða meistari í Noregi innan Poker, sigur John Arne Riise.
Fyrrverandi Liverpool leikarin, skal luttaka í fleiri øðrum poker-kappingum í ár. Millum annað skal hann til Malta at kappast, til Barcelona og til Las Vegas. John Arne Riise er 36 ára gamal.