Liverpool: Nei takk Hicks!

Tá Liverpool hóskvøldið leikti ímóti Steaua Bucharest, hittust leiðslan í Liverpool og Tom Hicks, har Hicks legði fram eina ætlan, har hann tekur yvir magtina í Liverpool. Liverpool skyldar í løtuni yvir tvær milliardir til Royal Bank of Scotland(RBS).

 

Ætlanin hjá Tom Hicks var at keypa skuldina við pengum, sum hann skuldi lána úr bankum í USA. Leiðslan í Liverpool gjørdi tó Tom Hicks greitt, at teir ongan áhuga hava í, at hava hvørki Tom Hicks ella Geroge Gillett sum eigara av felagnum.

 

Liverpool hevur ikki vunnið enska meistaraheiti í 20 ár og lítið røkist fyri at tað verður í næstum. Spurningurin er hvussu leingi Steven Gerrard, Fernando Torres og hinir í Liverpool tíma at blíva við at verða í felagnum, tá útllitiini eru so ring.

 

Liverpool skal sunnudagin spæla ímóti Manchester United á Old Trafford.