Liverpool byrjaði dystin á Anfield við at leggja stórt trýst á genstirnar úr Portugal. Eftir ein lítlan hálvan tíma legði Dirk Kuyt Liverpool á odda eftir horna. Hjálpardómarin hevði flaggið á lofti, men dómarin segði, at tað skuldi verða mál. Tíggju minuttir fyri hálvleik økti Lucas Leiva til 2-0.
Í seinna hálvleiki tók Fernando Torres høvðusleiklutin við tveimum málum. Fyrst skoraði hann eftir gott mótálop til 3-0, áðrenn Oscar Cardoso minkaði um munin við frísparki. Løtu seinni var Fernando Torres aftur har, sum hann skuldi verða, og skoraði til endaliga úrslitið 4-1.
Í Týsklandi gjørdi Fulham skjótt av. Longu í fyrsta minutti legði Bobby Zamora Fulham á odda 1-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Úrslitini í gera, at Liverpool skal møta Atletico Madrid í hálvfinaluni og Fulham skal møta Hamburg.
Finalan verður leikt í Hamburg seinni í ár.
Europa League úrslitini í kvøld:
Atlético Madrid -Valencia 0-0
Liverpool - Benfica 4-1
Standard Liege - Hamburg SV 1-3
VfL Wolfsburg - Fulham 0-1
Hálvfinalurnar eru:
Liverpool - Atletico Madrid
Fulham - Hamburg